Gitingar hava verið um, at Kristin Michelsen skal vera farin av landinum uttan at hava fingið annað umboð at møta fyri seg á tingi.
Kristin Michelsen hevur ikki biðið eykaumboð møta á tingi fyri seg, nú viðgerðin av uppskotinum hjá samgonguni um fyrisiting av sjófeingi fer til viðgerðar. Men Kristin Michelsen hevur ‘clearað’ við andstøðuna, soleiðis at ein úr andstøðuni ikki atkvøður ímóti uppskotinum. Tað vátta fólk úr samgonguni.
Tað er púra vanligt, at samgonga og andstøða gera semju um, at ein ikki atkvøður, tá ið hin parturin er við minniluta orsakað av, at avboð er til tingfund – tað er hetta, ið kallast at cleara.
Tí hevði tað verið brot á siðvenjuna, um onkur í andstøðuni ikki valdi at gera semju við Kristin Michelsen í hesum máli. Tað hevði verið sera ringt fyri tingarbeiði, tí tað hendir meira enn so, at umboð fyri ymiskar flokkar eru burturstødd, uttan at biðið verður um farloyvi. Tá ið tingfólk biðja um farloyvi, skal biðjast um sjey dagar hvørja ferð. Tí verða semjur ofta heldur gjørdar, um eitt nú uttanlandsferð, sum einans tekur fáar dagar, forðar fyri at møta á tingi.