Kristin ikki partur av samgonguni

Kristin Michelsen hevur boðað frá, at hann ikki fer at atkvøða saman við Janvaðarflokkinum í løgtinginum, men at hann fer at taka støðu frá máli til máls.

Í dag hevur Kristin Michelsen boðað løgmanni frá, at hann frameftir fer at atkvøða frá málið til máls í løgtinginum, og at hann ikki følir seg bundnan av at atkvøða við Javnaðarflokkinum, so leingi sum Javnaðarflokkurin ikki vil samstarva við hann á Tvøroyri.

Men tað kann valla sigast annað, enn at argumentatiónin er heldur umvend. Tað var Kristin Michelsen, sum sjálvur stovnaði egnan lista á Tvøroyri og harvið arbeiddi ímóti sínum egna flokki á Tvøroyri. Ein kann tí kanska siga, at brævið til løgmann í veruleikanum bara var at gera sítt arbeiðslag formligt, tí illa kann sigast, at Kristin Michelsen nakrantíð hevur kent seg serliga bundnan av at atkvøða við flokki sínum.

Enn eru ongin boð komin frá løgmanni um, hvat hetta merkir fyri samgongusamstarvið. Kanska møguleiki fyri, at Kristin ger samgongu við Javnaðarflokkin á Tvøroyri og soleiðis varðveitir meirilutan í býráðnum.

Brævið, sum tingmaðurin hevur sent løgmanni kann lesast niðanfyri og er endurgivið av in.fo:

Góðan dagin Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Undirritaði Kristin Michelsen, Froðba, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, vil hervið boða Løgmanni og formanni fyri Javnaðarflokkin Aksel V. Johannesen frá, at eg Kristin Michelsen, løgtingsmaður frá ídag av, atkvøður mál fyri mál í Løgtinginum, og er ikki bundin at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum, so leingi sum javnaðarumboðini í Tvøroyrar býráð ikki vilja samstarva við undirritaða.

Undirritaði vil eisini vísa til at formaðurin í Suðuroyar norðara Javnaðarfelag Signar Dam alment og við telduposti til undirritaða dagfestur 14. november 2016 kl. 20.52 váttar ”at Kristin Michelsen er valdur fyri Javnaðarflokkin og umboðar sostatt Suðuroyar norðara Javnaðarfelag á Løgtingi”. Somuleiðis váttar Løgmaður í telduposti til undirritaða 13. november 2016  ” eg helt eg hevði svarað tær bæði munnliga og umvegis miðlarnar. Eg kann endurtaka tað her: tú ert framvegis limur í Javnaðarflokkinum og ynsktur í Løgtinginum”.