Í næstu viku tekur Kristina H. Clementsen sæti á tingi á øðrum sinni. Kristina er yngsta tingfólkið nakrantíð.
Í næstu viku tekur Kristina Heðinsdóttir Clementsen sæti á tingi, tá ið Óluva Klettskarð fer í farloyvi í tríggjar vikur. Óluva Klettskarð tekur farloyvi, tí hon skal luttaka á ST-aðalfundi í New York.
Kristina Clementsen hevur verið á tingi einaferð áður í tingsetuni, og hon er yngsta tingfólkið nakrantíð.
Kristina sigur við Fjúrtanda, at hon gleðir seg til uppgávuna og tingmálini næstu vikurnar.