Kristina Háfoss gleðist um semju

Kristina Háfoss gleðist um semjuna, sum varð undirskrivað í gjár. Hon sigur, at avtalan gevur sjúkrarøktarfrøðingum eitt tiltrongt lønarlyft. 

Tað hevur verið rættuligt rumbul í lønarsamráðingunum, sum fíggjamálaráðið hevur havt við Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar. Eftir at sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki mettu, at semja var í eygsjón, varð verkfall eisini lýst at vera á ávísum arbeiðsplássum. Í dag hevði verkfallið verið víðkað, og Ronnie Thomassen, stjóri á Landssjúkrahúsinum segði við In.fo í gjár, at so hevði hann verið noyddur at biðja avvarðandi um at taka sær av sínum næstu á sjúkrahúsunum, tí ongin sjúkrarøktarfrøðingur var tøkur.

Men í gjár varð semja undirskrivað, og sambært Kristinu Háfoss gevur semjan sjúkrarøktarfrøðingunum eitt søguligt lønarlyft.

– Fegin um, at vit við hesi semju fremja eitt stórt átak fyri at lyfta lønina hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Sjúkrarøktarfrøðingar eru millum teir fakbólkar, ið hava verið afturúrsigldir í áravís, og er tíðin komin til, at vit lyfta hendan og ávísar aðrar fakbólkar í komandi tíðina, sigur Kristina Háfoss í tíðindaskrivi.

Kristina Háfoss segði eisini í útvarpstíðindunum í gjár, at partarnir ikki hava verið so ósamdir, sum miðlarnir hava lýst støðuna, og at viljin hjá fíggjamálaráðnum hevur verið at lyfta lønina hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Óluva í Gong boðaði frá í útvarpstíðindunum, at hon heðvi biðið limir sínar fara beint til arbeiðis aftur.

Semjan kann síggjast her og nýggja lønartalvan kann síggjast her: