Kunngerð skal verja fugl

Kunngerð varð lýst fyri viku síðani, ið skal steðga skjóttgangandi bátum at sigla kring ramsar-økini. 

Tað er vorðið eitt vanligt ferðatilboð til ferðafólk at fara við skjóttgangandi bátum kring landið. Serliga hevur tað verið vanligt, at sigla undir fuglabjørgum, men frameftir verður bannað at sigla við skjótari ferð undir Nólsoy, Mykines og Skúvoy í ávísum tíðarskeiði av árinum. Hesar oyggjar eru ramsar oyggjar, og í nýggjari kunngerð verður bannað at sigla undir ramsar-oyggjunum frá 15. apríl til 31. august.

Ramsar ætlanin er ein altjóða ætlan at verja náttúrulív. Føroysku oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines vórðu allar fevndar av sáttmálanum, tá ið Føroyar skrivaðu undir hann fyri nøkrum árum síðan. Oyggjarnar eru sokallað ramsar øki, og landið hevur bundið seg til at verja fuglin í økjunum serliga væl.

Eftir nýggju kunngerðini verður bannað at sigla skjótari enn 8 fjórðingar nærri enn 500 metrar at landi frá 15. apríl til 31.august. Samstundis verða vatnskutarar bannaðir nærri enn 500 metrar úr landi, eins og tað verður bannað at halda óneyðugan gang nærri enn 500 metrar undir landi eitt nú við hørðum tónleiki. Tað er landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, ið hevur latið kunngerðina úr hondum.

Undantaksloyvi eru givin til skip í fastari rutusigling til oyggjarnar, men tey skulu eisini sambært kunngerðini halda reglugerðina í mest møguligan mun. Vatnskutarum verður veitt undantaksloyvi í samband við sigling, ið skal tryggja skip og bátar ella at bjarga mannalívum.