Kvøld fyri tilflytarar á Seglhúsloftinum

Í kvøld kl 19 verður kvøld fyri tilflytarum í Tvøroyra kommunu á Seglhúsloftinum. 

Í kvøld verður tiltak fyri tilflytarum á Seglhúsloftinum á Tvøroyri. Á tiltakinum verður høvi at hoyra upplivingar hjá fólki, sum eru flutt til Tvøroyrar úr útlondunum. Eyðun Nolsøe, sum sjálvur er úr Klaksvík, men býr á Tvøroyri, fer at syngja nøkur løg.

Á heimasíðu síni skrivar Tvøroyrar kommuna, at arbeitt verður við at gera eina virðis- og visjónstilgongd og at skipa fyri tiltaki fyri tilflytarum er ein partur av hesi ætlan. Nýtt kunningarhefti er eisini gjørt til tilflytarar, sum er skrivað á enskum og føroyskum.

Nancy Steinkross, úr Ghana, og Marina Popovic, úr Serbia, fara at fortelja, hvussu tær komu til Tvøroyrar, og hvat tær hava gjørt fyri at trívast á staðnum.

Virkandi borgarstjórin og umboð fyri umsitingina verða eisini til staðar á kvøldinum.
Kaffi og okkurt aftur við verður at fáa. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.