Læknalesandi fegnast um nýggja skipan

Nýggj skipan er sett í verk, har føroysk læknalesandi fáa framíhjárætt til at taka turnus í Føroyum. Kringvarpið hevur tosað við læknakesandi, ið fegnast um skipanina. 

Fríggjadagin bórust tíðindi um, at semja er gjørd ímillum føroyskar og danskar myndugleikar um eina skipan, sum fer at geva føroyskum læknalesandi í Danmark framíhjárætt at taka turnus í Føroyum.

Skipanin er í veruleikanum partur av tilmælunum í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverki og arbeitt hevur verið við málinum í eina tíð. Katrin Kallsberg setti landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg spurning um ætlanina í løgtinginum í summar, og tá greiddi Sirið Stenberg frá, at fundir við danskar myndugleikar vóru ráðlagdir.

Les eisini: Føroysk læknalesandi fáa framíhjárætt at taka KBU í Føroyum

KVF hevur tosað við formannin fyri felagnum hjá læknalesandi í Aarhuus, Niclas Højgaard Eysturoy og hann sigur, at læknalesandi fegnast um skipanina.

– Hetta er eisini eitt tíðarskeið í lívinum, tá ið ein festur røtur. Verður ein verandi búgvandi í Danmark og ikki sleppur til Føroyar eftir útbúgvingina, fær ein børn og festir búgv. Tá kann vera trupult at hála røturnar upp aftur og flyta til Føroya seinni, sigur Niclas Højgaard Eysturoy millum annað við KVF.