Norðoyingar hava leingi viljað, at læknavaktin skal vera tøk á sjúkrahúsinum í Klaksvík. Nú verður Klaksvíkar sjúkrahús partur 1870 skipanini.
– At samskipa 1870 við Klaksvíkar sjúkrahús var eitt av tilmælunum, sum eg sum landsstýriskvinna legði fram, tá ið Menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið var til aðalorðaskiftis í løgtinginum í vár, sigur Sirið Stenberg millum annað í tíðindaskrivi.
Norðoyingar hava leingi viljað verið knýttir tættari at 1870 læknavaktini, sum virkar á landssjúkrahúsinum. Nú verður tað soleiðis, at tey, ið ikki kunnu koyra til Havnar á læknavaktina, kunnu fara á Klaksvíkar sjúkrahús ímillum 20 og 21.
Í tíðindaskrivinum stendur eisini, at tað er ein sannroynd, at sjúka og illveður kann gera túrurin til Landssjúkrahúsið sera óhøgligan og truplan. Tí verður Klaksvíkar sjúkrahús nú knýtt betur at skipanini 1870. Líknandi skipan er á Suðuroyar sjúkrahúsi.
– Eg fegnist um, at hetta og fleiri onnur av tilmælunum nú gerast veruleiki og til gagns fyri heilsuna hjá øllum føroyingum”, sigur landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg at enda í viðmerking.
Alt tíðindaskrivið kann lesast her