Lættari hjá lesandi uttanlands at velja

Sirið Stenberg skrivar á Facebook, at hon fegnast um at tað verður lættari hjá lesandi útisetum at atkvøða til løgtingsval nú. 

– Tað er umráðandi at okkara lesandi uttanlands hava møguleika at velja, og at hetta ikki er ov trupult fyri tey.

Tað skrivar Sirið Stenberg á Facebook-vanga sínum. Hon sigur, at kunngerð, sum skal gera tað lættari at atkvøða til løgtingsvalið hjá útisetum, er send til hoyringar.

– Vit hava verið gjørd varug við, at tað fyri nógv lesandi var ein stórur trupulleiki seinasta val, eitt nú tí at fleiri útbúgvingarstovnar vóru stongdir um somu tíð, sum valið var, og krav er um, at váttan frá útbúgvingarstaðnum skal fylgja við fyri at koma á vallista, skrivar landsstýriskvinnan síðan á vanga sínum.

Sambært in.fo verður váttan frá útbúgvingarstovninum ikki krav longur, tá ið veljast skal. Tey lesandi skulu ístaðin útfylla eitt skjal, sum skal sendast til fólkayvirlitið í heimakommunu. Tað skal gera tað lættari at velja.

– Vit hava nú sent kunngerð til hoyringar, sum vónandi kann bøta um hetta. Neyðugt er at tryggja okkara lesandi møguleika at virka í fólkaræðinum, sigur Sirið Stenberg at enda á vanga sínum.