Landsstýrið nýtir ikki avsláttarskipanina hjá Atlansflog

Veruligt kjak hevur tikið seg upp um nýggju avsláttarskipanina Merkið hjá Atlansflogi. Í gjárkvøldið segði Aksel V. Johannesen við sjónvarpið hjá KVF, at landsstýrisfólk og embætisfólk tess ikki skulu nýta nýggju avsláttarskipanina.


Higartil hava umleið 20 fólk fingið kortið til avsláttarskipanina. Hetta eru til fólk, sum ferðast nógv. Nýggja skipanin er sett í verk eftir, at SAS koyrdi Atlantic Airways úr gomlu Eurobonusskipanini. Tí metti Atlantsflog, at tørvur var á at gera eina nýggja skipan. Nýggja Merkið-kortið er tað hægsta, sum ferðandi kunnu fáa. Ágóðarnir eru ókeypis matur og drekka umborð, atgongd til CPH Express í Kastrup, sum ger at ein kemur skjótt gjøgnum trygdareftirlitið á flogvøllinum, atgongd til CPH Apartment Lounge í Kastrup og tvey stykkir av viðføri ókeypis við í flogfarið.

Við sjónvarpið hjá KFV í gjár segði løgmaður, at hann helt tað var eitt óheppið signal um landsstýrisfólk og embætisfólk tóku av tilboðnum um m.a. frían mat, tá ið skattgjaldarin, ið rindar teirra ferð, ikki hevur sama møguleika. Tí hevur landsstýrið boðað Atlantsflog frá, at landsstýrisfólk og embætisfólk skulu ikki brúka bonusskipanina Merkið. Tað er Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sum umsitur partapeningin í Atlantic Airways.

Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi, fer ikki at nýta nýggju avsláttarskipanina.

Óluva Klettskarð fer ikki at nýta avsláttarskipanina.

– Nú er ovboðið hjá Atlantic. Fyrst at taka tænastuna frá fólki, so rinda fyri hana, og nú bjóða hana til útvald ferðandi.
Nei, hatta er ikki í lagi, og eg sigi fyri meg: sum politikari fari eg at siga takka nei til hetta sokallaða V.I.P. tilboð!, skrivar Óluva Klettskarð á Facebook.

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, hevur tikið ímóti avsláttarskipanini. Í lesarabrævi skrivar Sjúrður Skaale m.a., at tað eru ikki ókeypis rundstykkir, sum hevur týdning fyri hann, men at tað tekur styttri tíð at flúgva:

– Tað sum HEVUR ein vissan týdning er, at eg við nýggja kortinum sleppi undan køini í lufthavnini Kastrup. At sleppa undan henni hevur ongan sum helst týdning fyri tann, sum ferðast eina ella tvær ferðir um árið. Null. Men hjá mær kemur tað væl við, tí um várið og heystið flúgvi eg ofta heim eina ferð um vikuna.

Sum er nú má eg altíð fara í øgiliga góðari tíð av kontórinum á Christiansborg, tí eg veit aldrin, hvussu long henda góða bíðirøð er. Nú kann arbeiðsdagurin á kontórinum vera út ímóti einum tíma longur.

Og víðari sigur Sjúrður Skaale:

– Og so missir Atlantsflog altso nakrar sera lukrativar kundar. Kundar, sum í mongum førum koyra millum 50.000 og 100.000 krónur inn í felagið árliga. Og tað gongur út yvir øll. Tí jú fleiri tey eru, sum flúgva ofta við dýrum ferðaseðlum – jú fleiri kunnu eisini flúgva við bíligum ferðaseðlum. Við nýggju skipanini kann Atlantsflog bjóða tað sama sum SAS. Tað merkir, at fleiri “frequent flyers” framvegis fara at velja Atlantsflog – og inntøkurnar frá teimum gagna øllum, skrivar Sjúrður Skaale í lesarabrævi.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlansflog, segði við sjónvarpið hjá KVF í gjár, at navnið á avsláttarskipanini, Merkið, verður broytt, men skipanin heldur fram.