Landsstýrisfólkini hava verið tøk

Í tíðindunum hjá Kringvarpinum á middegi segði Kaj Leo Holm Johannessen, at vinnunevndin ikki hevur fingið fatur á landsstýisfólki. Bjørt Samuelsen sigur, at tað er ikki rætt. 

– Høgni Hoydal hevur verið óteljandi ferðir í nevndini, og Poul Michelsen, sum er burturstaddur í arbeiðsørindum, hevur sent eitt gjøgnumarbeitt upprit, ið júst snýr seg um útlendingar í vinnuni, sigur Bjørt Samuelsen, umboð í vinnunevndini í stuttari viðmerking.

Kaj Leo Holm Johannessen var annars í tíðindunum middegi og segði frá tí, at vinnunevndin ikki hevur fingið fatur á landsstýrisfólkum í sambandi við viðgerðina av fiskivinnunýskipanini. Sum skilst er landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Poul Michelsen, burturstaddur í arbeiðsørindum, men hann hevur kortini sent eitt skjal, ið løgfrøðiliga viðgerð pástandirnir um, at millumtjóðasáttmálar verða brotnir við skipanini. Talan er um greinina í lógini, sum skal fáa vinnuna á føroyskar hendur og harvið útihýsa útlendskum eigaraskapi. Veruligur ruðuleiki hevur staðist av tí greinini, eftir at útlenskir politikkarir hava roynt at ávirka viðgerðina av nýskipanini, og hálendski forsætismálaráðharrin sjálvur hevur havt samband við løgmann.

Bjørt Samuelsen leggur afturat, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur verið óteljandi ferðir í vinnunevndini og greitt frá uppskotinum, áðrenn vinnunevndin hevur fingið høvi at skriva álit. Bjarni Hammer segði í tíðindunum, at samgongan er liðug við sítt álit, og nú hevur andstøðan høvi at skriva sítt álit, áðrenn álitini bæði skulu leggjast fram mánadagin.

 

 



Related Posts