Lasse Klein krevur svar

Gott í tykkum! Greiðið fólkafloksfólki frá, hví tit ikki megnaðu uppgávuna, at fremja eina fiskivinnunýskipan 1. januar 2018, tá tit sjálvi høvdu samtykt at hon skuldi fara úr gildið í 2007.

Soleiðis skrivar Lasse Klein í atfinningarsamari viðmerking í Norðlýsinum.

Hann (Fólkaflokkurin) megnaði ikki uppgávuna um eina fiskivinnunýskipan, tá tey sjálvi sótu í samgongu og umsótu málsøki, eina skipan, sum tey sjálvi høvdu samtykt í 2007 skuldi fara úr gildið 1. januar 2018.

Tað kann kortini tykjast løgið tá hugsa verður um, at flokkurin í eini 20 ár hevur sitið í samgongu, og meginpartin av tíðini umsitið fiskivinnumál, skrivar Lasse Klein í viðmerkingini, sum er á nordlysid.fo