Leikaði hart á til býráðsfund

Nógv kaldsbaksfólk vóru møtt á býráðsfundi at fylgja við í málinum um nýtt vinnuøki á Sundi. Andstøðan vaskaði sær um hendurnar fyri málinum, hóast fleiri teirra høvdu verið við til at gera avtaluna. 

Eins og Fjúrtandi skrivaði í gjár, var serligt mál fyri á býráðsfundi í Havn í gjár. Andstøðan hevði uppskot um at steðga vinnuútbygging á Sundi. Partur av uppskotinum var eisini, at grótið frá eysturoyartunnlinum ístaðin skuldi brúkast til innkomuvegin úr eysturoyartunnlinum, hóast avtala langt síðani er gjørd um, at grótið skal brúkast til innkomuvegin í tann mun, tað er møguligt. Trupulleikin er, at tað eru einans umleið ein brotpartur av grótinum, ið kann brúkast til innkomuvegin.

Andstøðulimirnir tóku næstan allir orðið fleiri ferðir, ímeðan borgarstjórin og varðaborgarstjórin, Gunvør Balle, tóku orðið fyri samgonguna.

Andstøðan vildi vera við, at samgongan ikki hevði kannað nýggjar møguleikar, og at grótútfyllingin á Sundi tí skuldi steðgast. Gunvør Balle førdi hinvegin fram, at ætlanin var samtykt av síðsta býráði, og um ætlanin skuldi broytast, skuldu sáttmálar brótast, og tá kundi kommunan rokna við fleiri milliónum í endurgjaldskravi. Hon harmaðist um, at kaldsbaksfólk ikki vóru hoyrd í málinum, men hon staðfesti at tað var ov seint at gera nakað við málið, tí at seinasta býráð ikki hevði gjørt eitt nóg gott arbeiði í málinum. Núverandi samgonga var bundin til samtyktir og sáttmálar, ið ikki bara uttan víðari kundu broytast.

Gunvør Balle segði eisini, at samgongan nú fór undir at gera mannagongdir, soleiðis at mál eins og hetta ikki endurtóku seg.