LEIKALØTAN 2017

Børn spæla fyri børnum á dramaverkstaðnum. Næmingar á Dramaverkstaðnum venja í løtuni Leikaløtuna 2017 fyri fullum seglum. Tey eru 30 børn og ung, sum venja til hesa jólasýning. 

Emil Hermansen hevur skrivað greinina,

Leikaløtan hevur verið fastur táttur í desember mánaða í nógv ár. Og støða verður tikin til, um sýnigar skulu vera ella ikki á hvørjum ári.

Á heysti 1997 fekk Hjørdis Johansen hugskotið at byrja Dramaverkstaðið í gamla snikkara- og orgulverkstaðnum hjá pápanum Verland Johansen. Tað gekk einans eitt ár, til klárt var at byrja í januar 1998.

Ein partur av arbeiðsleistinum á Dramaverkstaðnum er, at stórur dentur verður lagdur á at menna næmingarnar við at viðurkenna teirra spontanitet, og soleiðis styrkja teirra sjálvsvirðing, sjálvsálit og samstarv við onnur menniskju.

Grundhugsanin er, at næmingarnir læra at seta orð á egnar kenslur og at hoyra um kenslurnar hjá øðrum. Í ár verður so høvi at síggja, hvat hesi ungu hava fingið burturúr.

Leikaløtan verður sýnd á Dramaverkstaðnum á Nabb, og sýningarnar verða hildnar hvønn dag í níggju dagar frá mánadegi 4. des til týsdag 12. des. Atgongumerki kunnu keypast í forsølu í Kunningarstovuni ella á staðnum  ein tíma undan sýning.