Leingi er tað, ið væl skal vera

Sosialurin hevur dúgliga sipað til, at kreppur eru í samgonguni. Í greining av politisku støðuni í síðstu viku, mælti skrivarin næstan Javnaðarflokkinum til at slíta samgonguna. Tá fór alt at verða lættari. 

Tá ið samgongan legði frá landi fyri nærum tveimum árum síðani, vóru visjónirnar ikki smáar. Pensjóns- og fiskivinnureformar, stjórnarskipan og skattalætti vóru ímillum høvuðsmálini. Ikki alt hevur hilnast eins væl, og samgongan hevur kent sviðan av, at vera mannað við minst møguligum meiriluta. Tingsetan endaði eisini við, at Páll á Reynatúgvu sendi tingið til hús, uttan at fiskivinnunýskipanin var samtykt, og tað varð miðlað sum, at samgongan var í kreppustøðu.

Anonyma greinin: 
Árni Gregersen hevði, sum skilst, skrivað anonymu greinina hjá Sosialinum í vikuni, og tað var ein prentvilla, ið gjørdi, at greinin var vorðin anonym. Hinvegin hevði verið lætt at skilja, um tað var onkur, ið ikki vildi leggja navn til greinina, sum tóktist vera reint spinn til frama fyri sambandssinnaðum javnaðarveljarum. Eftir at hava víst á, hvussu torført tað eftir øllum at døma hevur verið hjá tingmanningum í samgonguflokkunum at arbeiða saman, verður víst á, at Javnaðarflokkurin og løgmaður hava einans tríggjar kostir í at velja.
Í fyrsta lagi kundi nýskipan gerast við núverandi samgongu, og tað helt greinaskrivarin vera næstan ómøguligt – hettar hóast politiska skipanin neyvan hevur verið tættari einari nýskipan enn júst nú.
Næsti kosturin var, at Javnaðarflokkurin skifti Tjóðveldi út við Sambandsflokkin. Ivasamt var, um Framsókn skuldi fylgja við í nýggju samgongusamráðingunum, ið eftir øllum at døma fóru at vera so lættar, at Javnaðarflokkurin kundi velja og vraka, sum honum lysti. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vóru sambært greiningini enntá so samdir, at tað fór at vera lætt at gera eina nýggja fiskivinnuskipan. Men hví verða tær smáu løgfrøðiligu detaljurnar, sum samgongan enn manglaði at viðgerða, gjørdar kreppu? Hvør ímyndar sær, at ein heil fiskivinnunýskipan kann gerast á stutta tíð, uttan alt fyrireikingararbeiðið, ið er farið fram? Hvør vil hava eina nýskipan, ið ikki hevur havt tíð at fara ígjøgnum allar maskinurnar, sum núverandi uppskot hevur?

Eru samgongutrupulleikar um stjórnarskipanina?
Í reinum gitingum verður eisini sagt, at stjórnarskipanin, ið Tjóðveldi og Framsókn hava viljað fingið við í samgonguskjalið, skal hava elvt til ósemjur. Sum skilst er arbeiðið ikki komið úr løgmálaráðnum enn, og tingmanningarnar, sum Sosialurin heldur vera ógvuliga ósamdar, hava als ikki fingið uppskotið til umrøðu enn. Samgongan arbeiðir fyrst við at fáa fiskivinnuna samtykta, og roknað verður við, at tað verður hon fyrst í komandi tingsetu. Tað hevur tikið langa tíð hjá samgonguni at gera nýskipanaruppskotið, sum er í tinginum nú, men vónandi er ikki nakar í hevði væntað, at tað fór at verða lætt.

Lat okkum spæla við møguleikan…
Um tað var so lætt, sum greiningin leggur upp til, og politikkur bara var eitt spæl, lat okkum so spæla við møguleikan um Javnaðarflokkin og Sambandi. Tá hevði samgongan talt 13 tingfólk, tí ilt er at ímynda sær, at Framsókn hevði tikið undir við sokallaða sambandsuppskotinum, sum valla er meira enn eitt hugarrok við nøkrum útrokningum sum pynt. Tá hevði dreymasamgongan hjá Sosialinum skula leitað sær hjálp frá bæði gamla-nýggja-gamla Sjálvstýri og Miðflokkinum fyri at telja upp í seytjan. Talan er um tveir flokkar, sum ongin í veruleikanum veit, hvørja støðu hava í fiskivinnumálum. Ein tílík samgonga man neyvan vera fús at gera nýskipan á so stutta tíð. Vit mugu heldur ikki gloyma, at umframt at Sambandið fyri kortum atkvøddi fyri misáliti á løgmann, hevur sami flokkur verið við til at biða um kanning av leiklutinum hjá løgmanni í málinum um flutt loyvi.

Og so aftur til veruleikan! 
Ongin ivast í tí, at tað hava verið ávísir trupulleikar í samgonguni, eins og allar samgongur stundum hava avbjóðingar. Men at trupulleikarnir eru størri enn júst tað, man lítið hald vera í.

Sum skilst á tingfólki, er huglagið í samgonguni eisini gott, og viljin til at fáa stórmálini ígjøgnum er sterkur.

Sum er, liggja allar Føroyar í andaleypi, tí øll loyvi ganga út í 2018. Samgongan hevur higartil víst góðan arbeiðshug, og viljin tykist vera stórur at fáa fiskivinnuuppskotið ígjøgnum. Ávísir trupulleikar hava verið á vegnum, men munnu ikki tær smáu fløkjurnar, sum tykjast vera eftir, eisini verða loystar?

Leingið er tað, ið væl skal vera, sigur orðatakið, og man ikki eisini fara at verða soleiðis í hesum føri?