“Líggjas mussaði Høgna á báðar kjálkar”

Tað var “ediligt” og átuligt  henda leygardagin á Sjómannadegnum í Klaksvík. Vit bæði maðurin fóru við tveimum ommusynum.  Fyrr í tíðini var tað fiskikørini, teir vóru hugtiknir av. Nú var tað fiskaborðið og listin, vit høvdu á skránni. 

Karin Kjølbro hevur skrivað, 

Makrelsalatið við súltaðum reyðleyki og rugbreyðsflykrum var framúr og harumframt sera vakurt. Fish and chips høvdu vit ikki tol til at royna. Bíðirøðin mundi tó prógva, at tey, sum stóðu har í regninum, vistu, at tey fingu mikla løn, tá tey náddu málinum. Grillaðu laksasneisirnar vóru sera vakrar, men mintu um drýlin hjá Abbanoa: Hann var ráur og brendur, ongatíð var hann vendur…. Einki er tó at ivast í, at tey sum grilla, fingu góðan íblástur. Og øll elska vit Bakkafrostlaksin.

Tað var annars fyri meg góð uppliving, tá eg vísti ommusynunum á snøgga milliarderin í laksatjaldinum, at hin eldri svaraði, jamen omma, hann sær ikki glaðari út enn vit. Tað fingu vit eitt gott ommuprát burturúr.

Ein slíkan dag er eisini frálíkt at møta fólki. Summi høvdu verið um morgunin til handan av heiðursplátum til dugnaligastu skipini í Klaksvík. Ein kona segði mær, at Líggjas hevði mussað Høgna landsstýrismann – á báðar kjálkar. Spurdi um tað var sami Líggjas, ið  á onkrum fundi í ár segði: Onki er vorðið betri við hesi samgongu uttan bankin. Jú, hon váttaði.

Listaframsýningarnar í tjaldinum hjá Lydiu Petersen og Magnu Aðunsson – báðar sera virknar – var eina vitjan verd. Kátu og litføgru børnini og unglingarnar hjá Lydiu dámar mær sera væl og so róligu, og harmonisku landsløgini hjá Magnu og harumframt fleiri skipamyndir. Serliga vældámdar vóru verkini av Syðradali á Kalsoynni, søgdu drongirnir.

Kann ikki lata vera við at nevna, at skipið Helena smæddist ikki burt millum øll førini. Var málað til dagin. Hóast hon í ár er komin í ringt orð, so vermir Helena mítt kriminalforsorgarhjarta. Støðan var ongatíð so vánalig, at ikki skiparin Guttorm var fúsur at rætta eina hond. Síðani er hon keypt og seld nógvar ferðir.

At enda fóru vit at vitja Edward Fuglø. Vildu, at drongirnir skuldu síggja ótrúliga urtagarðin og sera áhugaverda atelierið við  loftslampuni, ið hevur eina serliga søgu. Edward og pápin tóku sera væl ímóti. Edward fór beinanveg at siga frá tí, hann arbeiddi við, og sum altíð var tað originalt og áhugavert.  Hetta dámdu dreingjunum sera væl. Áhugavert eisini við hesum fólkunum, sum hava røtur á Kalsoynni, – hugsi bæði um Edward og Jóngerð Purkhus, sum sýnir fram áhugaverd listahandverk í Müllers Pakkhúsi hesa vikuna, – og bæði líka stillfør og beskeðin.

Almikið av øðrum var at síggja og uppliva í Klaksvík, men vit vildu eisini vitja familju.

Aftur til Havnar sat eg og hugleiddi um, at hetta  í nógvar mátar var ein minnilig og  vónrík vika í fiskivinnuni. Vinnunevndin gjørt semju um fiskidagarnar, og nú beinleiðis hjartaligt klemm millum línuskipara í Klaksvík og landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Kanska ferðin til Japans ornar tað seinasta.