Liljan Weihe fingið ætlanarskriv um uppsøgn

Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, hevur fingið ætlanarskriv um uppsøgn. 

Samfært in.fo hevur Liljan Wiehe fingið ætlanarskriv um uppsøgn frá Johnny í Grótinum.

– Orsøkin til uppsøgnina er, at stjórin kann ikki góðtaka tygara illoyala atburð móti stjóranum, móti stovninum, sum millum annað er komið til sjóndar seinastu dagarnar, stendur eftir øllum at døma í ætlanarskrivinum.

Tað hevur verið rættiliga nógv kjak í miðlunum seinastu tíðina, eftir at Miðlahúsið kunngjørdi, at Johnny í Grótinum var kærdur til Kringvarpsstýrið, tí hann skal hava bjóðað Eyðun Mørkøre, stjóra á Taks, í sjónvarpsstovuna, uttan at hava hava spurt seg fyri hjá tíðindadeildini. Men Ivan Niclasen, sum var redaktørur tað kvøldið, sum umtalaða hendingin fór fram, var skjótur við lesarabrævi, har hann segði, at Johnny í Grótinum als ikki hevur tikið tíðindadeildina av ræði, og at Eyðun Mørkøre varð boðin í sjónvarpsstovuna í samráði við redaktør og tíðindaleiðara. Seinni hevur Rúni Heinesen, formaður í Kringvarpsstýrinum sagt alment, at hann als ongar kærur hevur móttikið.

Liljan Weihe hevur 14 dagar til at svara ætlanarskrivinum.