Kjakfundur ímillum føroysk listafólk og politikarar við evnunum: Hvørja ábyrgd hevur politiska skipanin av, at tað í samfelagnum verður framleidd list? Hvørjir karmar eru virðiligir og tryggir, at arbeiða undir sum listafólk, tá ið tú hevur list sum yrki?
Í kjakinum luttaka tvey listafólk og tveir politikarar á pallinum. Hartil luttaka áhoyrarnir í salinum eisini í kjakinum.
Tað eru fyriskipararnir av danska tiltakinum Kulturmødet – Mors 2017, sum í ár hava heitt á Føroyar um, at skipa fyri einum sonevndum ”Optakt-møde” til stóra tiltakið, sum verður á Mors í august í ár. ”Optakt-møder” verða hildin í Danmark, Svøríki, Norra, Íslandi og nú eisini í Føroyum í ár fyri fyrstu ferð.
Eisini bjóðar Kulturmødet føroyskum listafólkum, at luttaka á teirra árliga tiltaki á Mors, sum í fjør savnaði 20.000 luttakarar tilsamans.
Føroysku fyriskipararnir eru Norðurlandahúsið og LISA.
Les meira um Kulturmødet – Mors 2017 á: www.kulturmoedet.dk