Er lív harúti?

Kanska longu um 10 ár hava vit fingið svar upp á spurningin, um og møguliga hvar lív finst aðrastaðni í alheiminum enn í okkara sólskipan.

Eini 40 ljósár higani hava stjørnufrøðingar borið eyga við sjey gongustjørnur á stødd við okkara í ringrás um eina stjørnu, heldur minni enn okkara sól.

Stjørnufrøðingarnir vísa á, at í minsta lagi tríggjar av hesum gongustjørnum kunnu hýsa onkrum slag av lívi. Eisini vísa teir á, at vit helst longu innan 10 ár kunnu staðfesta, um lív er har.

Lesið áhugaverda grein í Scientific American