Logarnir neista í tingsalinum

Ómetaliga hvast orðaskifti, ongi útlit fyri breiðari semju og ein væl samansjóðað samgonga. Soleiðis kann takast saman um orðaskiftið í tingsalinum, nú drúgva viðgerðin av uppskotinum um sjófeingi nærkast eini endaligari atkvøðugreiðslu. 

Tór Marni Weihe lesur stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum. Í hesi grein skrivar hann um, hvussu orðaskiftið hevur verið í løgtinginum í dag.

Neistarnir fúka á Føroya løgtingi, nú stóra stríðið um fiskivinnunýskipanina dregur móti endanum. Hóast uppskotið hevur verið viðgjört bæði væl og virðiliga í almenna rúminum, og fleiri semingsroyndir hava verið, og broytingaruppskot evnað til, eru framvegis stórar ósemjur millum samgongu og andstöðu, og hetta kemur serliga væl til sjóndar í orðaskiftinum í dag.

 

Harðar ákoyringar úr andstøðuni
Orðaskiftið hevur verið serstakliga hvast í dag. Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, hartaði samgonguna fyri at samtykkja eitt klútateppi av eini fiskivinnulóg, ið ongin veruliga er errin av ella nøgdur við, og Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, vildi vera við, at nú verður fiskivinnan endaliga niðurlagað.

– Innihaldið er flunkandi líkamikið! Tað einasta success-kriteriið er at sleppa undan nývali, soleiðis at samgongan stendur eftir við ongum, ljóðaði tað millum annað frá miðflokkamanninum, ímeðan Jógvan á Lakjuni vildi vera við, at dagurin í dag er ein sorgardagur.

Fólkaflokkurin fanst hvassliga at samgonguni. Í fleiri umförum ákærdu tingfólk hjá Fólkaflokkinum samgonguna fyri at hava mutrað ávís tingfólk og róðu eisini fram undir, at samgongutingfólk als ikki hava skilt uppskotið.

Samgongutingfólk hava hinvegin eisini hartað andstöðuna í dag. Serliga hava samgongufólkini á lögtingi havt at andstöðuni fyri vantandi samstarvsvilja. Björt Samuelsen vísti á, at andstöðan í longri tíð hevur vónað, at uppskotið verður felt, og Annita á Fríðriksmörk staðfesti eisini, at hóast samgongan hevur bakkað nógv, so blívur andstöðan við at kalla uppskotið eina kollvelting, og tað er – leggur hon afturat – at gera gjøldur burtur úr orðinum kollvelting.

Onki røkist fyri breiðari semju
Landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, hartaði eisini andstöðuna fyri vantandi semingshug og vildi vera við, at andstøðan, heldur enn at samráðast konstruktivt, hevur roynt at forða fyri, at nakrar broytinar verða gjørdar. Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, helt eisini fyri, at samgongan hevur gjørt tað, hon var ment, til tess at fáa breiða undirtöku fyri uppskotinum – uttan úrslit – og at samgongan tí ikki skuldi harmast um, men heldur vera errin av at bera uppskotið gjøgnum tingið uttan undirtøku frá andstøðuni.

Magni Laksafoss, tingmaður fyri Sambandsflokkin hevur higartil verið einasti tingmaðurin úr andstøðuni, ið hevur rætt fram eina samstarvssinnaða hond. Næstformaðurin í Sambandsflokkinum legði dent á týdningin av eini breiðari semju um fiskivinnunýskipan.

– Tað liggur ein skylda á okkum øllum at finna eina breiða semju um okkara høvuðsvinnu, segði Magni Laksafoss millum annað.

Samgongan letur til at standa saman
Spenningur hevur verið seinastu dagarnar, um hvørt samgongan nú endaliga stendur saman. Til aðru viðgerð var Kristin Michelsen burturstaddur, men av tí at hann hevði clearað við Magna Laksafoss, varð uppskotið samtykt. Summi hava tí gitt, at Kristin Michelsen kanska ikki tók undir við uppskotinum, men á røðarapallinum í dag vardi hann uppskotið, og helt, at við broytingunun, ið samgongan hevur skotið upp í dag, so tekur hann undir við uppskotinum.

Sonja Jógvansdóttir, sum er parlamentariskt grundarlag undir samgonguni, hevur ikki tikið orðið enn, men fyrr í dag legði hon fram aftur uppskotið um skattafrádrátt fyri fakfelagslimagjald, og sum skilst, so hevur hon fingið lyfti frá samgonguni um, at uppskotið verður borið gjøgnum tingið.

Spenningurin stendur við eina løtu afturat
Orðaskiftið hevur nú vart í nógvar tímar, men enn eru röðarar á listanum, so enn eru allar súðir ikki syftar. Men sum er, bendir alt á, at uppskotið um fyrisiting av sjófeingi – við smávegis broytingum – verður samtykt við triðju viðgerð.