Í tíðindaskrivi sendir løgmaður tankar til tey, ið vórðu rakt av yvirgangi í Manchester.
Í tíðindaskrivi boðar løgmansskrivstovan frá, at løgmaður í næstum fer at senda Theresu May, forsætismálaráðharra samkensluskriv, eftir yvirgangsálopið á Manchester Arena í gjár.
Hann heitir á øll um at “halda fast við okkara grundleggjandi virði og virka treytaleyst út frá teimum, hóast vitloysingar vilja hava tað ørvísi.”
Alt tíðindaskrivið kann lesast her