Løgtingið er sum fyrsti flokkur

Tráin Petursson Nónklett skrivar klummuna hesa vikuna,

Eg plagi av og á at fara oman í løgtingið at fylgja við viðgerðum, sum eg havi áhugað fyri. Eitt, sum eg fer aftaná fer leggi merkið til, er, at okkara fólkavaldu ikki klára at sita í frið. Tey mæla aftur og fram, flenna eftir hvørjum øðrum, svara til, tosa hart og práta enntá telefon meðan tey eru í tingsalinum. Ja, tey uppføra seg oftani sum ein fyrsti flokkur.

Til 3. viðgerð av broytingini av hjúnabandslógini var heilt galið. Politikarnir gingu og mólu millum áhoyrarnar, og ofta yvirdoyvdu tey sjálvt kjakið. Landsstýrisfólk sita og svara røðaranum ímóti. Løgtingsfólk sita og flenna eftir hvørjum øðrum. Tað eru ikki øll okkara fólkavaldu, sum eru soleiðis. Fleiri duga sær hógv, men partar av bæði andstøðu og samgongu vísa ikki virðing fyri løgtingi, áhoyrarum og hvørjum øðrum.

Løgtingið skal umboða føroyska fólkið. Tað er heilt í lagið at hava tað stuttligt við hvørt, men okkara fólkavaldu eiga at vísa okkum so mikið av virðing, at tey kunnu kjakast virðiliga. Lata vera við at fokusera uppá persónar, men heldur málini.

Skúlaflokkar hava oftani floksins tíma. Ein sovorðnan áttu løgtingið næstan at fingið sær, har tey lærdu at sita í frið og vísa eitt sindur av virðing.

Haldi ofta, at føroyskur politikkur er rættuliga óbúgving. Tað ber ikki til hjá andstøðu og samgongu at semjast um nakað. Tað sigur seg sjálvt, at hugsjónarligir munir eru millum partarnar, men ofta tykist andstøðuleikluturin pátikin. Sum um, at andstøðan per prinsipp skal vera ímóti einhvørjum samgongan kemur við. Og so sanniliga eisini umvent. Heldur ikki í nýggju fiskivinnunýskipanini kunnu samgongan og Sambandsflokkurin semjast. Tykist fyri mær, sum at partarnir eru sera nær, men at runnið verður undan ábyrgd.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur tað nærum verri enn ein lærari hjá einum fyrsta flokki. Ikki akta tey leingi, tá ið hann ringjur við klokkuni fyri at fáa frið í tingsalin.