Løgtingið í summarfrí

Tingfundurin varð niðurlagdur, eftir at tvey uppskot vórðu samtykt, men fiskivinnan kom ikki til viðgerðar. Páll á Reynatúgvu sigur, at løgtingið kemur saman aftur á ólavsøku. 

Samgongan er beint nú á fundi. Tingformaðurin metir ikki, at fiskivinnunýskipanin er búgvin at taka støðu til, og tí hevur hann sent tingið heim í summarfrí.

Í stuttari viðmerking sigur hann, at hann ikki metir, at uppskotið var løgfrøðiliga búgvið at taka støðu til, tí sendi hann tingið heim.

Samgongufólk søgdu, áðrenn tey fóru á samgongufund, at politiska støðan skuldi viðgerðast.