Løgtingið viðgerð stjórnarskipanina í næstu viku

Hóast løgtingsumsitingin mælir til at vísa uppskotinum um Stjórnarskipan Føroya aftur, ætlar løgmaður ikki at taka uppskotið aftur. 

Løgmaður segði við Kringvarpið á miðdegi, at uppskotið um Stjórnarskipan Føroya verður ikki tikið aftur, hóast løgtingsumsitingin mælir til at vísa uppskotinum aftur. Hann heldur, at uppskotið er væl gjøgnumarbeitt.

Kritikkurin frá umsitingini er serliga, at ongar viðmerkingar eru til uppskotið, men løgmaður vísir á, flokkarnir hava ikki viljað havt viðmerkingar til uppskotið. Tað gjørdu flokkarnir av í 2010, og ongin flokkur hevur kravt at fáa viðmerkingar við aftur í uppskotið. Løgmaður vísir á, at tingskipanin er gjørd til løgtingið at arbeiða eftir, og at løgtingið hevur møguleika at víkja frá tingskipanini.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður segði í útvarpstíðindunum, at tað er ein samdur formansskapur, ið letur løgtingið atkvøða um, hvørt uppskotið skal vísast burtur ella ikki. Hann segði, at hóast umsitingin mælir til at burturvísa málið, vildi formansskapurin lata løgtingið atkvøða um málið.

Eftir øllum at døma verður stjórnarskipanin viðgjørd fyrstu ferð í løgtinginum í næstu viku. Uppskotið er útsett nakrar ferðrir, men í samgonguskjalinum er málið nevnt ímillum týdningarmestu uppskotini hjá samgonguni.