Løgtingsflaggstongin endurreist

Ein av illveðursdøgunum herfyri stóð so mikið nógv á løgtingsflaggstongini, at hon støkk tvørturav, heilt niðri við fótin.

Flaggstongin, sum er (ella rættari var) góðar 15 metrar til longdar, var rustað ella tærd niðri við fundamentið, sum hon stendur á. Neyðugt var at kubba nakrar sentimetrar av henni í neðra og sveisa jarnrørið, sum heldur sjálvari stongini uppi, fast í sjálvan fótin.

Flaggstongin sjálv er úr trevjaglasi og smoygd niður yvir eitt jarnrør, sum er fest í fótin. Hetta hevur havt við sær, at vætan, sum er runnin niður eftir stongini hevur lagt seg tvørtur um skoytið, og hevur havt við sær, at rørið er tært av skjótari enn annars.

Neyðugt var, at kubba nakrar sentimetrar av flaggstongini, so at longdin á sjálvari stongini nú er slakar 15 metrar.

Dánjal Tauser húsavørður hjá løgtinginum sigur, at tey væntandi fara at bíleggja eina nýggja flaggstong. Fyrispurningur er sendur út, men hann veit ikki at siga, nær ein nýggj flaggstong fer at standa á Løgtingsvøllinum.