Løgtingsformaðurin: Er rætt at hækka pensjónsaldurin til 68 ár?

Samgongan hevur boðað frá, at pensjónsaldurin skal hækkast við einum ári yvir 10 ár, soleiðis at pensjónsaldurin verður 68 ár í framtíðini, men Páll á Reynatúgvu setur spurning við, um tað er rætt. 

Tað tekur altíð tíð at fáa reformar ígjøgnum í politisku skipanini, og hóast pensjónsnýskipanin hevur 18 tingfólk aftan fyri seg, er longu onkur av teimum 18 tingfólkunum, ið seta spurning við partar av skipanini.

Páll á Reynatúgvu spyr nevnliga á Facebook, um tað er rætt, at pensjónsaldurin hækkar til 68 ár.

– Sum virkandi fysioterapeutur í nøkur ár, veit eg at vit eru ógvuliga ymiskt fyri, tá vit gerast eldri. Summi eru óslitin, og summi eru púra uppslitin. Og arbeiðir eru ymisk, og krevja ymiskt av okkum, sigur Páll á Reynatúgvu á Facebook-vanga sínum.

– Sjálvur haldi eg, tað er nógv at vinna við at gera aldursmarkið meira liðiligt. Og tað havi eg fráboðað landsstýriskvinnunum á røttum stað, í tøkum tíma, skrivar hann eisini.

Ætlanin hjá samgonguni er, at pensjónsaldurin skal hækka við einum hálvum ári áðrenn 2025m og at møguleiki skal verða fyri at hækka hann við einum hálvum ári afturat áðrenn 2030. Men eftir øllum at døma eru øll í samgonguni ikki eins glað um tað.

– Pensjonistatilveran hjá teimum, sum unnast tað, kann vera ein rík tíð at gagna samfelagnum við sjálvbodnum virksemi, sosialum tiltøkum, og ikki minst sum hjálpandi hondin hjá hart royndu barnafamiljunum. Og so er tað heldur ikki bannað at kunna taka sær av løttum eftir eitt virkið lív.

– Gamaní er tað gagnligt at arbeiða og kenna seg gera sítt í samfelagnum, men lívið snýr seg so sanniliga eisini um at liva. Tað hava okkara tilkomnu fólk uppiborið eftir eitt langt lív á arbeiðsmarknaðinum, um tey vilja tað, skrivar Páll á Reynatúgvu.

Í uppskotinum til pensjónsnýskipan er eisini lagt upp til, at tað skal loysa seg betur at arbeiða longur hjá teimum, ið orka tað, ímeðan tað skal verða møguligt at fáa fyritíðarpensjón sum 65 ára gamal, um tú ikki ert førur fyri at arbeiða longur.