Lønarútgjaldingarnar eru vaksnar við 6,5 prosentum ímun til í fjør.
Í gjár skrivaði Hagstova Føroya á heimasíðu síni, at samlaðu lønarútgjaldingarnar vóru 6,5 prosent hægri í september mánaði í ár ímun til sama mánað í fjør.
Árstíðarútjavnaðu lønarútgjaldingarnar vóru 750 milliónir. Hagstova Føroya skrivar, at samlaðu lønarútgjaldingarnar fyri fyrstu nýggju mánaðirnar higartil, er 5,8 prosent hægri enn í fjør.