Loysa vit, so hevur tað onga ávirkan á lesandi í Danmark

Til eina og hvørja tíð eru fleiri túsund íslendingar, sum lesa í Danmark, har teir hava rætt til SU og skattafrádrátt, uttan tó at hava nakran sambandsflokk á fólkatingi.

Ísland loysti frá Danmark fyri nógvum árum síðani, í 1944, og er sostatt ikki limur í nøkrum “ríkisfelagsskapi” og heldur ikki ES. Hvussu kann tað tá yvirhøvur bera til, tá sambandsflokkurin á fólkatingi arbeiðir so hart fyri at tryggja akkurát hetta hjá føroyskum lesandi í Danmark?

Ísland hevur ikki haft ein sambandsflokk í nærum 80 ár og hevur onki umboð á fólkatingi. Kortini vóru 1114 íslendsk lesandi, sum fingu SU í Danmark i 2015. Størsti parturin av teimum íslendsku lesandi fáa eisini skattafrádrátt í fleiri ár, sum føroyingar fáa. Tað er óansæð um tey velja at brúka SU skipanina, ella Íslendsku studningsskipanina, sum nógv velja í staðin fyri, tí so fær ein meira útgoldið. Íslendsk lesandi fáa eisini 46.000 krónur í skattafrádrátti, aftrat 46.000 í persónsfrádrátti, sum ger mun fyri ein lesandi í Danmark.

1114 Íslendsk lesandi fingu danskt SU i 2015 UTTAN sambandsflokk á fólkatingi. Tað eru sannlíkt langt fleiri íslendingar en føroyingar sum fáa SU í Danmark.

Av tí so nógv ógreið og beinleiðis ósannar yvirlýsingar eru uppi at venda, havi eg valt at taka mýtur upp, sum ein ofta hoyrir frá sambandsflokkinum í sambandi við at lesa í Danmark.

Fyrst og fremst: 

  • “Ríkisfelagsskapsfrádrátturin” (føroyar + grønland) er ikki yvir 80.000 kr. Tað er SKEIVT! Upphæddin er nærri 30.000 kr um árið.

Ofta hoyri eg, at føroysk lesandi fáa yvir 80.000 kr í skattafrádrátti tí tey eru partur av “ríkisfelagsskapinum”. Hetta er beinleiðis ósatt. Tað snýr seg um tað sokallaða gæstestuderendefradrag, sum eitt ótal av øðrum londum hava rætt til gjøgnum tvískattaavtalur við Danmark. Frádrátturin var 42.900 kr í 2011 og hækkar sjálvvirkandi við hækkandi prísum, sum persónsfrádrátturin ger. Umframt Ísland og Føroyar kunnu lesandi úr Marokko, Kina, Trinidad og Tobago eisini fáa frádráttin i fleiri ár. https://skat.dk/data.aspx?oid=1911161&fbclid=IwAR2b8vBgZEA_6mKor8XsA2z-Qde0Yaj11EnlRiGqP2a1ex1Gi4HXzjTdilo

  • “Ríkisfelagsskapurin” er ikki ein treyt fyri at føroyingar kunnu lesa uttan skúlagjald í Danmark ella fáa SU.

Tað er beinleiðis skeivt, tí íslendingar skulu ikki gjalda fyri at lesa í Danmark. Hóast Ísland loysti frá Danmark í 1944, so eru enn nógv sum fara til Danmarkar at lesa, tað er ein siðvenja. Norðurlond sleppa eisini at lesa uttan gjald, og borgarar í nógvum evropeiskum londum sleppa at lesa í Danmark uttan at skula gjalda.

Á borger.dk stendur:

 “Hvis du er udenlandsk statsborger fra et EU/EØS-land, skal du ikke betale for uddannelsen i Danmark”

https://www.borger.dk/udlaendinge-i-danmark/studere-i-danmark/Hvordan-kan-jeg-studere-i-Danmark

  • At tað bert eru danskir ríkisborgarar sum fáa SU, passar ikki tí tíggjutalstúsund útlendingar fáa SU í Danmark.

Danmark er partur av ES og í 2013 staðfesti ES-dómstólurin, at Danmark skuldi javnseta EBS-borgarar við danskar ríkisborgarar, og geva teimum SU frá fyrsta degi, um so er at teir arbeiða 10-12 tímar um vikuna við síðuna av lesnaðinum.

Sum nógv vita, sum hava lisið í Danmark i seinastuni, ber illa til at liva av SU einsamøllum við núverandi leiguprísum. Tí hava flest øll lesandi eitt arbeiði við síðuna av. Tað hevur so við sær at stór partur av EBS-borgarum sum lesa í Danmark verða javnstillað. Sambært svari uppá almennan fyrispurning á fólkatingi, so er talan um áleið 22.200 fleiri útlendingar sum nú fáa SU, sum einans lúka tí kravi at arbeiða 10-12 tíma um vikuna.

https://www.ft.dk/samling/20191/almdel/ufu/spm/128/svar/1682364/index.htm

Hevur Sambandsflokkurin á fólkatingi arbeitt við tvískattaavtalum?

Bæði Føroyingar og Íslendingar fáa 2×46.000 kr i persóns+gæstestuderendefradrag, sum sjálvandi hækkar við prístalinum uttan at fólkatingið blandar seg uppí. Soleiðis er skipanin í Danmark. Lestrarfrádráttin fáa lesandi úr Afrika og Asia eisini. Nógv lond, sum hava tvískattaavtalur við Danmark, tí tað er herfrá skattafrádrátturin kemur í størstan mun. Hvør einasta króna fer beina leið aftur í danska ríkiskassan gjøgnum MVG og nýtslu, sum skapar størv í Danmark. Tí gevur tað fíggjarliga meining at lond geva teimum lesandi í landinum skattafrádrátt. 

Av tí at skattafrádrátturin kemur frá tvískattaavtalum, so kann hann vera ymiskur frá landi til lands. Tí er td. munur á grønlendingum og føroyingum, tá teir gjalda skatt í Danmark. 

Ein umráðandi munur, er at grønlendingar sleppa at brúka ríkisfelagsskapsfrádráttin til SU, men tað sleppa føroyingar ikki! Orsøkin er, at tvískattaavtalurnar millum londini eru ymiskar.

Tí verður tað næstan órealistisk, at føroysk lesandi kunnu brúka allan ríkisfelagsskapsfrádráttin, um Sambandið megnar at hækka ríkisfelagsskapsfrádráttin, sum tey lova Føroya fólki, við milt sagt skeivum tølum. Tí um ein skal arbeiða so nógv, so er lítil tíð eftir at lesa. Um ein arbeiðir ov nógv, skal SU gjaldast aftur. 

So, hví sleppur Sambandsflokkurin at ræða okkara lesandi ferð eftir fer við, at teirra rættindi bert eru tryggjað, um Sambandsflokkurin er á fólkatingi, uttan at fleiri miðlar fakta-kekka slíkar pástandir? Sannleikin er, at rættindini hjá teimum lesandi eru tryggjað við ella uttan ein sambandsflokk á fólkatingi. 

Eg vil at enda nevna, at Ríkisfelagsskapur er ikki ein limaskapur við rættindum, men eitt orð, sum ofta verður brúkt saman við ymsum politiskum yvirlýsingum. Tvíverri eru tær oftani í besta føri hálvur sannleiki. 

Tað, sum kann henda, um lesandi ikki fáa rættu upplýsingar um, hvar teirra rættindi eru niðurskrivað í lógunum, er, at ein ikki fær allar treytirnar við. Sum dømi, so er gæstestuderendefradrag bert galdandi um ein fer niður fyri at lesa, og tá ein lesandi velur at arbeiða í eitt ár fyrst, so lýkur ein ikki treytirnar fyri skattafrádráttinum. 

Tí er eitt gott hugskot fyri føroysk lesandi, sum ætla sær til Danmarkar, fyrst at seta seg væl inn í reglurnar. Tí er eitt gott hugskot at senda greinina víðari. Góðan lesnað uttanlands.

Bergdís Ester Gísladóttir
(Íslendingur, sum hevur lisið og arbeitt í Danmark í 15 ár)