Loysn á sjúkrahússtríðnum í eygsjón

Sambært ætlanunum hjá Sirið Stenberg verða tey trý sjúkrahúsini ein organisasjón við einum ovasta, sum saman við lokalu staðbundnu leiðslunum koma at mynda framtíðar leiðsluna í sjúkrahúsverkinum. Uppskotið fær breiða undirtøku á sjúkrahúsunum og í politisku skipanini. 

Ein ovasti leiðari, sum saman við lokalu sjúkrahúsleiðslunum myndar leiðsluna í sjúkrahúsverkinum og hevur ábyrgdina av at samskipa virksemið hjá teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum.
Tað er í høvuðsheitum kolumbuseggið hjá Sirið Stenberg, heilsumálaráðharra, nú hon er komin við síni ætlan um, hvussu sjúkrahúsverkið skal skipast frameftir.

Tað gjørdi hon hósdagin, tá hon legði fram sína frágreiðing um menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið í Løgtinginum. Frágreiðingin er upplegg til aðalorðaskifti, sum skal verða í Løgtinginum nú týsdagin.

Leiðsluspurningurin
Kjakið og stríðið um skipanina av okkara sjúkrahúsverki hevur annars verið drúgt og til tíðir hart. Størsti knúturin at loysa hevur verið leiðsluspurningurin – um sjúkrahúsini skulu hava eina felags leiðslu, ella tey framhaldandi skulu vera tríggjar sjálvstøðugar eindir við hvør sínari leiðslu.

Men nú eru so útlit fyri, at áralangi dysturin er av, og at politisk semja fæst um eitt kompromis, sum bæði tryggjar framtíðina hjá øllum trimum sjúkrahúsunum og samskipar virksemið hjá teimum. Ein semja, sum væl at merkja eisini er væl kjølfest úti á teimum trimum sjúkrahúsunum, bæði av leiðslunum har og starvsfólkunum.

Og tað benda útsagnirnar, sum hava verið eftir framløguna hjá Sirið Stenberg í Løgtinginum.

Tey bæði løgtingsumboðini hjá Fólkaflokkunum í Norðoyggjum hava kolldømt frágreiðingina, og sambandsumboðið er sera ivasamt. Men allar aðrar útsagnir hava verið positivar.

Loysnin er nær
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík og formaður í Sjálvstýri, hevur alment sagt, at við útspælinum hjá Sirið Stenberg eru vit nú nærri einari loysn fyri sjúkrahúsverkið, enn vit nakrantíð fyrr hava verið.

Sirið Stenberg fegnast um góðu móttøkuna av frágreiðingini.

– Eg giti, at orsøkin til góðu móttøkuna er, at eg havi lagt stóran dent á at hava bæði sjúkrahúsleiðslur og starvsfólkabólkar við í allari tilgongdini. Við tí er ætlanin frammanundan forankrað á øllum trimum sjúkrahúsunum. Tað haldi eg vera alneyðugt, tí hyggja vit eftir øllum teimum mongu miseydnaðu royndunum gjøgnum tíðirnar at gera okkurt við okkara sjúkrahúsbygnað, so eru tær fyrst og fremst strandaðar, tí tey úti á sjúkrahúsunum hava kent, at tey ikki vórðu tikin við upp á ráð, men bara skuldu hava okkurt smoygt niður yvir høvdið sær, sigur hon.

Sirið Stenberg á Løgtingsins røðarapalli hósdagin, tá hon legði frágreiðingina um menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið fram. – Eg giti, at orsøkin til góðu móttøkuna er, at eg havi lagt stóran dent á at hava bæði sjúkrahúsleiðslur og starvsfólkabólkar við í allari tilgongdini. Við tí er ætlanin frammanundan forankrað á øllum trimum sjúkrahúsunum, sigur hon.

Felags ábyrgd
Beinanvegin eftir aðalorðaskiftið týsdagin kann arbeiðið fara í gongd at seta í verk nýggja leiðslubygnaðin og tilmælini í “Menningarætlan fyri Sjúkrahúsverkið” verða framd í verki.

Sambært ætlanini hjá Sirið Stenberg skal ein ovasti leiðari vera fyri alt sjúkrahúshúsverkið, og skal hesin saman við lokalu staðbundnu leiðslunum mynda framtíðar leiðsluna í sjúkrahúsverkinum.

Ein av høvuðsuppgávunum verður at leggja til rættis og samskipa virksemið á øllum trimum sjúkrahúsunum.

Landssjúkrahúsið skal verða akuttsjúkrahús fyri alt landið, og flestu serlæknaøkini verða savnað her. Hinvegin er ætlanin at fleiri planlagdar skurðviðgerðir verða fluttar út á hini bæði sjúkrahúsini.

Lokalsjúkrahús
Bæði Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús fara framhaldandi at vera lokalsjúkrahús fyri ávikavist Norðoyggjar og Suðuroynna.

Í Klaksvík er millum annað eisini ætlanin, at hava meira av sonevndari samadagskirurgi og kikarakanningum, og eftir ætlanini skal sjúkrahúsið eisini verða karmur um eina miðstøð fyri endurvenjing av sjúklingum við seinheilaskaða og ryggmergsskaða. Eisini er ætlanin, at kommunulæknaskipanin í Norðurøkinum verður samskipað við Klaksvíkar Sjúkrahús, soleiðis sum tað er gjørt í Suðuroy við Suðuroyar Sjúkrahús.

Eisini á Suðuroyar Sjúkrahúsi verður dentur millum annað lagdur á at fremja meira av samadagskirurgi, planløgdum skurðviðgerðum og kikarakanningum.

Hjartaendurmenningin – ella hjartarehabiliteringin – sum er á Suðuroyar Sjúkrahúsi í dag, verður varðveitt og styrkt á sjúkrahúsinum, og endurvenjingin verður víðkað, so hon eisini fer at fevna um sjúklingar úr øllum landinum.

Øll frágreiðingin – uppleggið til aðalorðaskiftið týsdagin – sum Sirði Stenberg legði fyri Løgtingið hósdagin kann takast niður her.

“Menningarætlan fyri Sjúkrahúsverkið” kann takast niður her.