Ludvík í Lítluvík

Frá fríggjadegnum 21. juli til hósdagin 27. juli hevur Ludvík á Brekku listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Hesaferð sýnir Ludvík á Brekku 23 oljumálningar og vatnlitsmyndir fram í Smiðjuni í Lítluvík.

Listarverkini eru av fólkum og landsløgum.

Motivini fevna víða, og myndirnar eru ein roynd at arbeiða við kontrastum og sterkum litum, sigur listamaðurin Ludvík á Brekku.

 Framsýningin er opin soleiðis:

Fríggjadagin kl. 16 – 19
Leygardagin kl. 12 – 18
Sunnudagin kl. 14 – 18
Mánadagin kl. 14 – 18
Týsdagin kl. 14 – 18
Mikudagin kl. 14 – 18
Hósdagin kl. 14 – 18