Lunnar lagdir undir nýskipan

Í dag varð samgonguuppskotið til fiskivinnunýskipan loksins lagt fram. Uppskotið letur upp fyri breiðari semju, men er samstundis trúfast ímóti aðalmálunum í samgonguskjalinum.

Telvingin hevur verið drúgv við nógvum torførum leikum, men í dag legði samgongan loksins sítt uppskot til eina fiskivinnunýskipan fram á tíðindafundi í Tinganesi.

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, legði sjálvt nýskipanaruppskotið fram, men hinir báðir floksformenninir í samgonguni, Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Poul Michelsen, vinnu- og uttanríkismálaráðharri, komu eisini við hvør sínum íkasti og tóku aktivt lut í tíðindafundinum

Nógv atlit skulu takast, um fiskivinnunýskipanin skal lúka málini í samgonguskjalinum, tað veri seg vinnulig, búskaparlig, samfelagslig og sosial atlit.

– Vit hava ein møguleika, ið neyvan kemur aftur í okkara tíð. Ein nýggj skipan, har alt samfelagið kann vinna og øll fáa munandi meira burturúr og nýggjar møguleikar, segði Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri millum annað.

Trúfast ímóti málunum
Tó at lidna uppskotið avspeglar eina tilgongd, har sjónarmið eru vorðin tambað, og har í summum førum er farið at mørkunum hjá fleiri, so er tað eydnast at sýna trúfesti ímóti samgonguskjalinum.

Sostatt verða millum annað hesi týðandi mál rokkin við uppskotinum:

  • Ongin privatur ognarrættur verður til tilfeingið.
  • Fólk og feløg í Føroyum kunnu bjóða seg fram at reka fiskivnnu uttan frammanundan at skula leggja stórar upphæddir á borðið.
  • Bundið verður fyri fíggjarligari spekulasjón við fiskirættindum.
  • Tað fer at bera til hjá verandi aktørum í føroysku fiskivinnuni at leggja sítt virksemi til rættis fram eftir.
  • Kapping verður um at virðisøkja sjótilfeingið, og virðisøkingin verður í mest møguligan mun í Føroyum.
  • Samfelagslig og sosial atlit verða rokkin.

Leinki til framløguna hjá Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra, og til sjálvt lógaruppskotið eru í endanum á greinini.

– Tað skal vera mín vón, nú vit leggja okkara uppskot fram, at vit fáa eitt lívligt, men virðiligt orðaskifti um okkara høvuðsvinnu, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Samanhald
Tað, at teir tríggir floksformenninir í samgonguni vóru saman um framløguna í dag, staðfestir, at teir allir kenna somu ábyrgd fyri og sama ognarskap í uppskotinum til fiskivinnunýskipan.

Á tíðindafundinum lótu teir heldur ongan iva vera um, at teir standa saman um hetta stóra mál, og teir løgdu eisini dent á, at aðrir flokkar framvegis eru vælkomnir at verða við í politiska arbeiðnum, sum nú – eftir at uppskotið hevur verið til hoyringar í tríggjar vikur – stendur fyri framman í Løgtinginum, soleiðis at breið semja kann fáast um endaliga úrslitið.

Í ein góðan mánaða hava realitetssamráðingar verið við Sambandsflokkin í royndini at fáa eina breiða semju um eitt felags nýskipanaruppskot, men tær samráðingarnar bóru ikki mál.

– Í dag leggja vit okkara fiskivinnunýskipan fram, og í morgin fara vit at skifta orð um heilsunýskipanina. Fyri okkum eru nýskipanirnar eitt aðalmál,” segði Poul Michelsen, uttanríkis – og vinnumálaráðharri.

Drúgv tilgongd
Samgonguflokkarnir fóru á sumri í 2015 til val upp á at skipa fiskivinnuna eftir nýggjum og marknaðargrundaðum leisti, nú verandi skipan fer úr gildi á nýggjárinum, og nýggj skal setast í staðin. Og síðani samgongan varð skipað 14. september 2015 hevur júst hetta samgongumálið verið tað, sum hevur fylt mest í almenna kjakinum.

Tilgongdin hevur ikki verið løtt. Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, treytaði sær frá byrjan, at nýggja skipanin skuldi byggja á holla vitan um fiskivinnu og fiskivinnubúskap.

Í byrjanini av samgonguskeiðnum varð tí nógv orka og tíð brúkt upp á at manna ein serfrøðingabólk – eina fiskivinnunýskipanarnevnd.

Nógv tíðindafólk, politikarar og onnur áhugað vóru møtt á tíðindafundinum í Tinganesi í dag.

Hon kom við sínum áliti fyrst í oktober í fjør, og tá fór veruliga politiska tilgongdin í gongd í tøttum samskifti við vinnuna og fakfeløgini.

Framløgan hjá Høgna Hoydal av fiskivinnunýskipanini kann takast niður her.

Løgtingslógaruppskotið til nýggja fiskivinnuskipan kann takast niður her.