Í samband við Luther árið verða fyrilestrar um trúbótina í Norðurlandahúsinum í næstum.
Tað hevur nógv verið gjørt burturúr, at tað eru 500 ár síðan, at Luther kunngjørdi tær 95 tesurnar, sum elvdu til trúbótina. Leikir, konsertir og serligar guðstænastur hava verið kring landið.
Les eisini: Ógudiligt tjóvarí ella sosialur framburður
Hóskvøldið 7. desember leggur Norðulandahúsið ein fyrilestur afturat listanum av tiltøkum, sum hava verið í ár, tá ið serfrøðingar fara at hava fyrilestur um ymiskar tættir í trúbótini. Eftir fyrilestrarnar hevur Ham den Lange, rappari og vinnari av MC’s Fight Night, framførslu um nýggjar tesur.
Rasmus Ugilt Holten Nielsen, Kristian Hvidtfeldt, Bertel Nygaard eita teir, ið skulu hava fyrilestur til tiltakið.
Les meira um tiltakið her