Lygnirnar hjá Trump eru bláar

Trump lýgur! Hansara fals og villeiðandi fráboðanir eru eyðsýnd og løtt at avdúka. Sum tað seinasta, aftan á hundraðtals væl skjalfestar lygnir, hevur stjórin í FBI, James Comey avdúkað fyri kongressini, at ongar upplýsingar eru, sum á nakran hátt benda á, at Obama forseti loynilurtaði telefonina hjá Trump, soleiðis sum Trump fleiri ferðir hevur fasthildið.

Men politiska leiðin hjá Trump er ímyndin av einari tvørsøgn. Heldur enn at minka um undirtøkuna í sambandi við bæði undanvalini og sjálvt forsetavalið, so hjálptu lygnirnar honum til enn størri undirtøku.

Hóast alsamt fleiri lygnir frá Trump verða avdúkaðar, tykist hetta ikki at ávirka undirtøkuna, hann hevur millum republikansku veljararnar. Hóast avdúkingina hjá FBI stjóranum, so heldur hann seg á umleið 40% undirtøku millum sínar egnu floksfelagar.

Hetta hevur fingið alsamt fleiri at spyrja, hvussu henda fyrrverandi reality-sjónvarps-stjørna kann sleppa væl frá øllum lygnunum? Hvussu ber tað til, at hann kann lúgva so illa, og framvegis fáa so slíka undirtøku frá nógvum amerikanarum?

Bláu lygnirnar hjá Trump

Tíðindafólk og granskarar eru komin við nógvum frágreiðingum, alt frá sera viðhaldstrúgvum, úrveljandi miðlum, til einføldu óvitskuna hjá pørtum av republikanska veljaraskaranum. Tó er ein onnur frágreiðing, sum eingin tykist at hava givið far um. Trump brúkar “bláar” lygnir. Talan er um eitt sálarfrøðiligt fyribrigdi, sum snýr seg um lygnir, ið verða varpaðar út vegna ein ávísan skilmarkaðan bólk, og sum hava til endamáls at styrkja bondini millum limirnar í hesum ávísa bólki.

Bláar lygnir hava tann serliga eginleika, at tær eru sjálvsøknar, samstundis sum onnur kunnu hava ein fyrimun av teimum, serliga tey, sum hoyra til tann ávísa bólkin. Bláar lygnir finna vit ímillum góðlyntar hvítar lygnir og sjálvsøknar svartar lygnir. Kang Lee sálarfrøðingur á lærda háskúlanum í Toronto hevur granskað hetta slag av lygnum. Hann veit at siga, at bláar lygnir kunnu brúkast ímóti einum øðrum bólki ella flokki enn tí, sum lygnarin er partur av. Hetta ger, at lygnin kann tykjast ósjálvsøkin og stendur mát í sær sjálvum. Eitt nú ber til við einari lygn at fjala út yvir, at liðið hjá tær snýtti í einum dysti. Tað er ósosialt, men ein fyrimunur fyri títt lið.

Vit býta okkum sundur í stríðandi bólkar

Henda gransking varpar ljós á nakrar truplar sannleikar um okkum menniskju. Vit eru ein sera sosial vera, men vit hava lyndi til at býta okkum sundur í stríðandi bólkar. Hetta er serliga galdandi í stríðnum at vinna okkum tilfeingi og ríkidømi, at tryggja okkum búskaparliga. Vit kunnu gerast pro-sosial – samkennandi, innlivandi, gávumild og ærlig – í okkara egna bólki ella flokki, men áleypandi og ósosial ímóti fólkum í øðrum bólkum ella flokkum. Tá vit býta fólk sundur í flokkar, lata vit dyrnar upp fyri kapping, ómenniskjagerð, harðskapi og sosialt góðtiknum sviki.

Bláu lygnirnar eru sum vápn í einum bardaga

Um vit lata vera við at síggja lygnirnar hjá Trump sum feilir ella brek hjá einum einstøkum peróni, men ístaðin sum vápn í einum kríggi, verður lættari at skilja, hví viðhaldsfólk hansara síggja hann sum ein sterkan leiðara. Úr hesum sjónarhorni er lygnin ein eginleiki, og ikki ein sjúkuelvandi bakteria í forsetaherferðini hjá Trump.

Gransking, sum Alexander George Theodoridis, Arlie Hochschild, Katherine J. CramerMaurice Schweitzer og onnur hava staðið fyri, er komin fram til, at hetta slag av lygnum tykist at stórtrívast í umstøðum, har vreiði, firtni, illkennan og stór polarisering er at finna. Har kunnu flokseyðkenni telja so nógv, at atfinningarnar ímóti flokkinum kunnu kennast sum hóttan ímóti einstaka floksliminum. Og hetta kann útloysa eina ørgrynni av sálarfrøðiligum verndarmekanismum.

“Vit ímóti hinum”

Fyri milliónir og aftur milliónir av amerikanarum eru veðurlagsbroytingarnar bert skemt, Hillary Clinton stóð fyri einum harkaliði av kynsmisbrótarum í einari pitsabarr, og tilflytarar fremja brotsverk. Hvørt fólk trúgva hesum villeiðandi tíðindum ella ikki, kann vera ivasamt, og helst ikki viðkomandi heldur. Nýggjasta granskingin bendir á, at hesar lygnir eru nýtilig vápn í einum ættarbólka “vit-ímóti-hinum” stríði, sum savnar teir “røttu amerikanararnar” ímóti teimum, sum vilja oyðileggja USA.

Tað er í teimum bláu lygnunum, at tað besta og tað versta í menniskjanum møtist. Tey avdúka okkara trúfesti, okkara hug og evni at samstarva, okkara førleika at hugsa um og taka okkum av øðrum medmenniskjum og at hava álit á teimum. Samstundis avdúka tær bláu lygnirnar okkara lyndi til at hata og ómenniskjansgera fremmandafólk og tey, sum eru endaði uttan fyri í samfelagnum ella flokkinum, umframt lyndi til at lúgva fyri sær sjálvum.

Granskingin vísir á eina loysn, sum mælir til, at vit royna at vísa á tað besta í hvørjum einstøkum. Tað kann ljóða bláoygt og idealistiskt, men tilmælini, sum hetta innlit gevur, eru sera ítøkilig. Í nýggjari grein í tíðarritinum Advances in Political Psychology, savna D.J. Flynn og Brendan Nyhan (Dartmouth College) saman við Jason Reifler alt sum vísindini vita um “villeiðandi og haldleysa hugsan um politikk,” sum tikið verður til í Scientific American.

Einans tey samsintu kunnu gera okkurt munagott

Granskararnir mæla til ein hóp av vælkendum mátum, at fáa bilbukt við hesum lygnum, eitt nú við at brúka myndir og grafikk, heldur en tekst. Besta samansetingin tykist at vera at brúka grafikk saman við tí, sum sagt verður frá. Men hetta tykist at standa í andsøgn við onnur úrslit, sum vísindini eru komin til, nevniliga tað, at hetta kann ørkymla tey, sum annars eru atfinningarsom ímóti lygnunum frá Trump: Tey halda nevniliga, at tað hevur týdning, hvør sigur søguna. Kanning oman á kanning vísir, at fólk sum heild lata seg lættari sannføra av “sannleikssøgum”, um tær hava sín “uppruna frá hugmyndafrøðiliga samsintum keldum,” sum sagt verður í greinini – og tað er ein stórur fyrimunur, um hesar keldur líkjast og ljóða eins og tey sjálv.

Stutt sagt, eru tað hvít konservativ, sum skulu gera vart við lygnirnar hjá Trump, um tær skulu fáa ein enda.

Vit kunnu vera minni “flokstrúgv”

Hvat kunnu vit onnur so royna at gera ímeðan? Vit mugu seta neyvleika og rættleika sum eitt mál, eisini tá ið sannleikin ikki hóskar til okkara kenslubornu veruleikafatan. Vit kunnu byrja við at sannroyna upplýsingar, leita í ymiskum og mótstríðandi keldum, menna fjølbroytt sosial netverk, við rættsinni deila upplýsingar ímillum okkum – og viðganga tað, tá ið vit hava gjørt mistøk. Tað er lætt. Men tað týdningarmesta og torførasta, vit øll kunnu gera beint nú – sum granskingin vísir á – er at leggja eitt sindur av atfinningarsamri fjarstøðu ímillum okkum sjálv og okkara bólk ella flokk – og soleiðis minka um trýstið at ganga í takt við fylgið.

Donald Trump lýgur, ja, tað ger hann. Men tað merkir ikki at vit øll onnur, hansara viðhaldsfólk íroknað, skulu taka undir við tí og gera tað sama.

jd týddi úr Scientific American

How the Science of “Blue Lies” May Explain Trump’s Support

eftir Jeremy Adam Smith