Málningur av Edmundi Joensen avdúkaður

Í dag var málningur av Edmundi Joensen, fyrrverandi tingformanni, avdúkaður. 

Tað er siðvenja, at málningur verður gjørdur av tingformonnum, ið hanga ymsastaðni í løgtinginum. Í dag varð málningur av Edmundi Joensen, sum var tingformaður frá 2002 til 2008, avdúkaður.

Tað er Jóannes B. Lamhauge, ið hevur málað myndina av Edmundi Joensen.