Í gjár skrivaði Fjúrtandi um tingviðgerð um revsiheimild ímóti skipum, ið ikki løna manningum á føroyskum skipum eftir føroyskum manningarsáttmálum. Serliga Fólkaflokkurin var ímóti at áseta revsiheimild. Málið varð koyrt aftur í nevnd.
Eins og kom fram í útvarpstíðindunum á middegi í dag, varð málið um revsiheimild ímóti teimum, ið ikki løna manningum á føroyskum skipum eftir føroyskum manningarsáttmálum, beint aftur í nevnd.
Málið varð annars atkvøtt úr vinnunevndini fyrr á degnum, og í viðgerðini kom tíðiliga fram, at samgongan tók undir við at áseta revsiheimildina. Tað er sambært lógini um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum fyri 2017 krav, at manningar á skipum undir føroyskum flaggi, skulu lønast eftir føroyskum sáttmálum. Men ongin revsiheimild er ímóti teimum, ið bróta hesa lógina, og tað var endamálið at broyta hetta við lógini, ið var til viðgerðar í gjár.
Jan Højgaard váttaði annars fyri Fjúrtanda, at Fiskimannafelagið tók undir við uppskotinum, sum serliga Fólkaflokkurin var harðliga ímóti. Jan Højgaard vísti á, at málið einans snúði seg um at áseta revsing fyri at bróta eina lóg, sum longu var galdandi.
Málið varð at enda beint aftur í nevnd við teirri grundgeving, at ein líknandi revsiheimild er í uppskotinum um sjófeingi, sum í løtuni verður viðgjørt í vinnunevndini. Bjørt Samuelsen segði, at best var um vinnunevndin fekk frið at arbeiða við nýskipanaruppskotinum nú, áðrenn tað kom til tingviðgerðar aftur.