Málningur varð seldur fyri 2,5 milliardir

Listaverk, sum mett verður, at Leonardo Da Vinci hevur málað, varð selt á uppboðssølu í dag. Málningurin gjørdist tann dýrasti nakrantíð, tí hann varð seldur fyri 2,5 milliardir. 

Tað er ikki bara í Føroyum, at nógv tos er um uppboðssølu. Í New York í dag var nevnliga spennandi uppoðssøla, tó ikki av fiski. Málningurin Salvator Mundi, sum hildið verður, at Leonardo Da Vinci hevur málað, skuldi seljast á uppboðssølu í dag. Og málningurin gjørdist tann dýrasti nakrantíð, tá ið málningurin at enda varð seldur fyri 450 mió. amerikanskar dollarar, sum svarar til 2,5 milliardir.

BBC veit at siga, at málningurin varð seldur fyri áleið 400 krónur í 1948, men at tað ikki varð hildið tá, at Leonardo Da Vinci hevði málað hann. Tá varð hildið, at ein lærusveinur hjá Da Vinci hevði málað hann, og tað eru enn fleiri, sum ivast í, um Da Vinci hevur málað verkið. Málningurin varð síðan burtur í nógv ár, áðrenn hann varð funnin aftur í 2005.

Salvator Mundi merkir “frelsari heimsins”, og tað er Jesus Kristus, ið er avmyndaður. Støddin á málninginum er 45.4 cm × 65.6 cm.

Kringvarpið gjørdi samrøðu við Niels Ohrt, stjóra á listasavninum í Havn, tá ið greitt varð, at málningurin skuldi seljast 15. november í ár. Tá segði Niels Ohrt, at málningurin var málaður um sama mundið sum Mona Lisa, og at grundin til, at prísurin á málninginum fór at verða høgur, var, at Leonardo Da Vinci hevði málað hann. Tá varð mett, at málningurin fór at verða seldur fyri 100 mió. dollarar, sum svarar til umleið 700 milliónir DKK.

Enn er ikki greitt, hvør hevur keypt málningin, men tað eru ikki so nógv í heiminum, ið hava ráð ella hug at keypa list fyri 2,5 milliardir krónir.