Matur er umsorgan

Gyða í Gongini og Miriam Solmunde, sum eru kostfrøðingar, hava seinastu árini arbeitt við at betra um kostin á sjúkrahúsinum. 

– Góður matur og góðar máltíðir eru umráðandi fyri heilsu og vælveru hjá sjúklingum á Landssjúkrahúsinum. Tað er partur av viðgerðini, sigur Gyða í Gongini, sum er kostfrøðingur á Landssjúkrahúsinum á Facebook vanganum hjá Landssjúkrahúsinum. 

Seinastu árini hava hon og Miriam Solmunde, sum báðar eru kostfrøðingar, arbeitt við at betra um kostin á Landssjúkrahúsinum. Tær virka sum millumlið ímillum køkin og deildirnar, og tað hevur sambært Facebook vanganum hjá sjúkrahúsinum betra um tvørfakliga samstarvið.

– Størri dentur er lagdur á, at maturin skal síggja leskiligur út, smakka væl og hann skal tillagast tørvin hjá tí einstaka sjúklinginum. Flestu sjúklingar hava tørv á eyka orku og proteini, greiðir Landssjúkrahúsið frá á Facebook.

Tí hevur Landssjúkrahúsið lagt stóran dent á millummálar og at prýða matin, soleiðis at hann sær leskiligari út. Tey í køkinum halda, at matur er umsorgan og týdningarmikil liður í viðgerðini av sjúklinginum.

– Afturat hesum hava tey í køkinum mátað matarspill fyri at optimera nøgdirnar, so sum minst fer burtur. Arbeiðið hevur eydnast væl, og Gyða og Miriam arbeiða framvegis við at vísa sjúklingum umsorgan og verða partur av teirra viðgerð við góðum mati, stendur at enda í skrivinum hjá Landssjúkrahúsinum.