Meira av menning í Vági

Framhald av fundinum “Menning í Vági” – frá hugskoti til íverksetan.

Hóskvøldið 6. apríl kl. 19 verður framhald av fundinum um Menning í Vági, sum var í Miðlatúni 21. mars.

Á fundinum hóskvøldið fer Bjartur Nolsøe, stjóri á Íverksetarahúsinum, at greiða frá, hvussu arbeitt verður frá hugskoti, til ein verkætlan er veruleiki og sett ígongd, sum eitt vinnuligt átak, ein nýggj tænasta, nýggj vøra ella annað.

Arbeiðsbólkarnir, sum síðani seinasta fund hava arbeitt við fýra ymiskum verkætlanum, fara eisini á fundinum at greiða frá gongdini í arbeiðnum higartil, og fara at arbeiða víðari í bólkunum.

Fundurin verður í Miðlatúni frá kl. 19.00 til kl. 20.30 hóskvøldið 6. apríl.