Tórshavnar kommuna hevur avgjørt at byggisamtyktir framyvir skulu verða meira sjónligar. Marin Katrina Frýdal hevur arbeitt við málinum í eina tíð, og hon fegnast um at tað nú verður sett í verk.
Í gjár skrivaði Fjúrtandi, at Tórshavnar kommuna hevði sett nýggja skipan í verk, sum skuldi gera tað sjónligari hjá borgarunum, tá byggisamtyktir fóru fram. Umframt at byggisamtyktir í framtíðini r skulu lýsast betur í miðlunum, er nýggj síða gjørd á heimasíðuni hjá kommununi, har til ber at fylgja við í broytingum. Marin Katrina Frýdal hevur havt málið sum eitt av sínum hjartamálum, og hon fegnast um, at tað nú verður sjónligari hjá borgarunum at fylgja við í broytingum í kommununi.
– Tað er ein partur av fólkaræðinum at borgarin verður tikin við í viðgerðina av øllum málum, sigur Marin Katrin Frýdal. Marin Katrina Frýdal er forkvinna í byggi- og býðarsamkipanarnevndini og hevur havt málið undir hond, at byggisamtykir skulu verða sjónligari.
– Tað hevur tikið nakað av tíð at fáa hettar framt, . Hettar fer at krevja meira arbeiði av umsitingini og tað krevur meira tíð, sigur Marin Katrina Frýdal, sum sjálv hevur arbeitt nógv við málinum, eisini tá hon farnu býráðssetu sat í andstøðu. Tá vísti hon á, at byggisamtyktin í sambandi við havnarútbyggingina varð sera illa lýst, og at byggisamtyktir sum heild ikki vórðu lýstar nóg væl. Hon sigur, at tað næstan tóktist sum, at hoyringin ikki skuldi hoyrast, tí at samtyktirnar vórðu so illa lýstar.
Marin Katrina Frýdal vísir á, at samgongan hevur framt eina røð av tiltøkum, ið skulu tryggja størri opinleika og gjøgnumskygni, og at hettar uppskotið bert er eitt av tílíkum tiltøkum.
– Størri fólkaræði – Gjøgnumskygni og opinleiki stendur í samgonguskjalinum, og hettar er ein liður í tí arbeiðinum. Vit hava eisini sent skráina til býráðsfundir út til miðlanir eina viku áðrenn fundin, ímeðan hon fyrr stundum varð send eini tveir tímar áðrenn býráðsfundurin byrjaði, umframt at vit eru byrja at stroyma býráðsfundir á netinum, soleiðis at borgarin kann fylgja við heima, sigur Marin Katrina Frýdal.
– Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skal eisini vera fyri almenningin og alt fólkið. Heimasíðan var vorðin ein persónligur miðil hjá fyrrverandi borgarstjóranum, og tað vilja vit ikki, at hon skal vera, sigur Marin Katrina Frýdal, ið vísir á at nú verður eisini javnan kunnað frá teimum ymisku nevndunum um hvat tey arbeiða við og at tað eisini hevur praktiskan týdning, at byggisamtyktir verða meira sjónligar.
– Millum annað vóru klagur um at fríøkir brádliga vórðu sethúsaøkir, uttan at nakar av grannunum vistu av , tí hoyringin var so vánalig ella fjald.
– Tí fer hesin nýggi lýsingarháttur at geva borgarunum betri kunning og rætt til at koma til orðanna áðrenn nøkur byggisamtykt verður broytt, , sigur Marin Katrina Frýdal at enda.