Meiriluti vil yvirtaka rættarøkið

Gallup kanning, sum Tjóðveldi á Fólkatingi hevur latið gera, vísir, at meiriluti er fyri at yvirtaka rættarskipanina. 

Tá Tjórbjørn Jacobsen sat á fólkatingi í farnu tingsetu setti hann Søren Pape Poulsen, danska løgmálaráðharranum spurning, um hvussu nógvir dómarir í Føroyum vóru føroyskir og hvussu nógvir skiltu føroyskt.

Í svari sínum segði Søren Pape Poulsen, at ongin dómari í eystara landsrætti var føroyingur ella tosaði føroyskt, men at fleiri kundu lesa nakað av føroyskum. Í kjalavørrinum av hesum, lat Tjóðveldi á fólkatingi kanning gera um, hvørt føroyingar vilja yvirtaka rættarskipanina.

Meiriluti vil yvirtaka málsøkið
Kanningin, sum varð gjørd í mai mánaða staðfstir greitt, at føroyingar vilja yvirtaka rættarskipanina. Heili 62 prosent av teimum spurdu svaraðu, at tey hildu tað vera rætt at fara undir fyrireikingar at yvirtaka rættarskipanina, ímeðan einans 26 prosent søgdu seg vera ósamd í, at málsøkið skuldi yvirtakast. 12 prosent søgdu seg ikki vita.

Spurningurin, ið varð settur var soljóðandi:

“Føroyar smíða og umsita í dag egnar lógir, meðan dómstólarnir, sum skulu døma út frá hesum lógum, eru danskir. Heldur tú tað vera rætt at fara undir fyrireikingar til at yvirtaka rættarskipanina?” 

Føroyskar lógir men danskir dómarir
Flestu lógir, ið eru galdandi í Føroyum, verða smíðarar í Føroyum. Tí heldur Magni Arge, fólkatingsmaður, tað vera sjálvsagt, at dómarir, ið umsita føroyskar lógir skulu duga føroyskt og hava innlit í føroysk viðurskifti.

Tá Torbjørn Jacobsen setti eisini Søren Pape Poulsen spurningin um, hvussu nógv føroyska rættarskipanin kostaði at umsita. Í svari sínum sigur Søren Pape Poulsen, at tað kostar umleið 22,5 milliónir um árið at umsita føroysku rættarskipanina, ímeðan inntøkurnar eru umleið tvær milliónir um árið. Tað vil siga, at tað í dag kostar umleið 20 milliónir at umsita økið, sum ikki er langt av leið frá tí, ið tað tá hevði kosta árliga at umsitið økið á føroyskum hondum.

 

 



Related Posts