Til ber at søkja um menningarkvotur, um lítið virksemi er í økinum, sum søkt verður úr. Ætlanin er at skapa virksemi kring alt landið.
Tað hevur skapt rumbul í morgun, at samgongan hevur lagt broytingaruppskot fram, har tað er nevnt ítøkiliga, at Suðurstreymoy, Norðstreymoy, Vágum, Sandoy og Suðuroy, sum nú er, lúka treytirnar at søkja um menningarkvotur. Andstøðulimir hava sagt, at samgongan ger mun á økjunum í landinum. Bill Justinussen segði við heldur harðligum tóna, at samgongan hevur sett jødastjørnur á eysturoyingar og norðoyingar.

Bill Justinussen segði, at samgongan hevði sett jødastjørnur á fólk úr Norðoyggjum og Eysturoy.
Menningarkvoturnar eru nevndar í upprunauppskotinum sum ein leið at tryggja virksemi, har lítið virksemi, stór fólkafráflyting og stórt arbeiðsloysi er ímun til aðrastaðni. Samgongan hevur gjørt broyingaruppskot í dag, har áðurnevndu øki eru nevnd í viðmerkingunum. Í somu viðmerkingum stendur eisini:
– Norðuroyggjar, Eysturoy og restin av landinum eru sjálvsagt eisini fevnd av ásetingini, í tann mun økini lúka settu treytirnar, sum altso eru, at lítið virksemi er í økinum, har søkt verður úr.

Ingolf Sólheim Olsen segði, at endamálið hjá samgonguni er at skapa virksemi kring alt landið.
Higartil hevur tað fylt nógv av kjakinum í løgtinginum í dag, at nøkur økieru nevnd, men samgongan hevur víst atfinningunum aftur við vísa á, at ongin broyting er farin fram, í mun til hvør kann søkja um menningarkvotur. Ingolf Sólheim Olsen og Bjørt Samuelsen hava millum annað viðmerkt, at um fólk úr Norðoyggjum ella Eysturoynni lúka treytirnar, kunnu tey sjálvsagt søkja um menningarkvotur. Tey hava víst á, at einasta grundin, til at nakrar oyggjar eru nevndar í viðmerkingunum, er, at hesi øki uppfylla treytirnar í uppskotinum í dag.
Ingolf Sólheim Olsen spurdi eisini, hví so mikið órógv var um, at so lítið av kvotunum verður latið sum menningarkvotur til øki, har lítið og onki virksemi er fyri at tryggja virksemi kring alt landið. Bjørt Samuelsen heitti eisini á øll tingfólk um at lesa uppskotið, har tað er tilskilað, at øll kunnu søkja um menningarkvotur, um ítøkiliga ætlanin skapar virksemi har lítið er. Hon segði, at hon næstan helt tað vera øvundsjúka, um andstøðan absolutt ikki vildi hava, at eitt nú høðvusstaðurin, har arbeiðsloysi fyri ófaklærd er hægst í landinum, absolutt ikki skuldi fáa lut í fiskaríkidøminum í landinum.