Týdningarmesti mánaðurin í føroyskari søgu

“Komandi mánaðurin er tann mest týðandi mánaðin í føroyskari søgu.” segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, á almennum fundi um fiskivinnuna í gjár. 

Tráin P. Nónklett, 

Á fundi um fiskivinnunýskipanina, sum var í Havnar Arbeiðkvinnufelag í gjár, segði Høgni Hoydal, at Føroyar eru eitt stórveldi, tá ið tað kemur til uppisjóvarfisk. Seinnu árini eru kvoturnar hækkaðar ómetaliga nógv. Hetta hevur havt við sær stóran vøkstur í vinnuni. 

Les eisini: Vilja halda vallyftið 

Høgni Hoydal vísti á, at verandi aktørar í fiskivinnuni onki fara at missa. Tað, sum fer á uppboðssølu, eru nýggj vunnin rættindi. Hesi rættindi hava núverandi og undanfarin landsstýri saman við dugnaligum samráðingartoymum vunnið Føroyum. Hetta hevur havt við sær, at vit hava hækkað kvoturnar fyri sild, makrel og svartkjaft. Tískil fara núverandi reiðarar heldur onki at missa við uppboðssøluni. 

Tað var Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, sum skipaði fyri tiltakinum, og Høgni Hoydal helt eisini, at stevna Tjóðveldis passaði heilt væl til nýskipanina, serliga, tá ið hugsað verður um fyrsta brotið í stevnuni, sum sigur at “Føroyska tjóðveldið verður stovnsett við fólkaræði í politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins. Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum.” 

Uppskotið, sum fyriliggur, tryggjar, at øll fiskivinnan skal vera á føroyskum hondum. Hetta hevur verið eitt av høvuðsmálunum hjá Tjóðveldi. Eisini endamálið at tryggja burðardygga veiðu, størri virðisøking og betri atgongd til nýggjar aktørar hevur verið týðandi fyri flokkin og landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Tó at Tjóðveldi hevur givið seg nógv fyri at finna semju, so meta tey trý, Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen og Ingolf S. Olsen, at semjan, sum samgongan undirskrivaði fyri tíð síðan, tryggjar høvuðstættirnar í fiskivinnupolitikkinum hjá Tjóðveldi.

– Alternativið til ikki at gera eina nýskipan nú er at lata verandi skipan halda fram. Hetta má ikki henda, tí so verður fiskivinnan endaliga privatiserað, segði Høgni Hoydal at enda.