MFS: Er nakað Mark?

Føroyski búskapurin, Setrið og talið av lesandi er í stórum vøkstri, og hetta fegnast vit um. Men allar medaljur hava sum kunnugt eina baksíðu, og hendan er tíanverri einki undantak.

Skriv frá MFS, 

Góði búskapurin, saman við blómandi ferðavinnuni og ymiskum øðrum, hevur við sær, at bústaðarkostnaðurin er støðugt vaksandi, meðan útboðið er relativt minkandi. Hetta hevur við sær, at tað er ógjørligt hjá flestu lesandi í Føroyum at finna eitt stað at búgva – sum ikki er eitt kamar heima hjá mammu og babba.

Tað almenna sær út til at hava meira enn ilt við at loysa hendan trupulleikan, ella at taka hann í álvara. Tó so, at nýggja almenna kollegie ‘Finsen’ er ein roynd at loysa trupulleikan, so eru tær 37 íbúðirnar bara eru ein dropi í havinum í mun til tørvin.

At privata vinnulívið velur at nýta ein part av kapitalinum hjá sær til at loysa ein slíkan trupulleika er alla æru vert. Men tað sum nú hendir við kolleginum ‘Mark’, gerst meira og meira ótespiligt at eygleiða. Íbúðirnar, sum í forvegin eru lítlar og alt ov dýrar og har man skal gjalda eyka fyri børn, eru nú bara tøkar fyri tann lesandi 11 mánaðir um árið. Hetta seinasta kom fram leygardagin 5. november, í einari samrøðu við eigaran av ‘Mark’, í tíðindasendingini hjá KVF. Tað vísir seg, at tey lesandi binda seg til at flyta út úr teirra íbúðum 30. juni hvørt ár, og sleppa ikki at flyta inn aftur fyrr enn 1. august. At tvinga vaksin fólk út úr heimi sínum á hendan hátta var ikki ein trupulleiki fyri eigaran, tí hann helt, at tey bara kundu flyta heim aftur til mammu og babba hendan mánaðin. Sambært honum, var tað ikki tí, at Mark hevði ætlanir við íbúðunum í julimánaði, men tí at hetta var nakað, sum mann vanliga ger á næmingaheimum.

MFS heldur, at man eigur at kalla ein spaka fyri ein spaka. Hetta er ikki á nakran hátt ‘vanligt’ fyri eitt kollegie – hetta er sera óvanligt. Ongin rakstrarlig atlit tala fyri hesum, og hetta er sera trupult hjá teimum lesandi – hugsa tær at skula pakka øll tíni ting hvørt ár, og so verða heimleys í ein mánaða! Einasta orsøkin til at hetta verður gjørt er sjálvandi, at  eigarin ætlar at nýta íbúðirnar sum hotel/vallaraheim í bestu ferðatíð – also skulu tey lesandi góðtaka at onkur fremmandur svevur í teirra song, brúkar teirra vesi og teirra køk, meðan tey eru heimleys.

MFS heldur, at vit eru við at kenna Mark, men spurningurin er, um Mark kennir sær nakað mark.