Mikroplast á breddan í útnorði

Útnorðurráðið sigur í samtykt, at stjórnirnar í útnorði, sum tíðin líðir, skulu banna mikroplasti, umframt at londini skulu virka fyri gransking og upplýsing um evnið. 

Útnorðurráðið eggjar stjórnunum í útnorðurlondum til at virka fyri at granska í mikroplasti, og hvussu tað ávirkar havumhvørvið kring Føroyar, Ísland og Grønland. Ráðið nevnir møguleikan, at havransóknarstovurnar í londunum savna dátur um mikroplast og kanna hesi, sum partur av framtíðar havransóknararbeiði.

Ítøkiliga eggjar ráðið til, at:

  • byrja samstarv um at minka um nýtsluna av plastiki og mikoplasti í útnorði, umframt at leggja eina ætlan fyri, hvussu mikroplast í framtíðini kann bannast heilt.
  • um so er, at kanningar vísa, at plastikdálkan fer fram í útnorði, at felags tiltøk at upplýsa og ávirka umheimin um vandan av mikroplasti.

At enda staðfestir útnorðurráðið, at fiskur er eitt av høðvusgrundarløgunum hjá londunum í útnorði, og tí er týdningarmikið at steðga dálkan av havinum her um leiðir.

Føroyska sendinevndin í útnorðurráðnum er mannað við Kára Páll Højgaard sum formanni, Jørgen Niclasen sum næstformanni, Bjørt Samuelsen, Joen Magnus Rasmussen, Magna Laksáfoss og Bill Justinussen. Bill Justinussen luttók ikki á fundinum hesa ferð.