Misálit verður lagt fram

Í allan morgun hevur verið tosað um, at misálit møguliga fór at verða lagt á løgmann. Nú vátta limir í andstøðuni, at misálit verður lagt fram. 

Umboð fyri andstøðuna vátta, at misálit verður lagt á Løgmann. Misálitið verður lagt fram áðrenn uppskotið um hjúnarbandslógina verður viðgjørt í dag, sum er um stutta tíð.

Eitt misálit verður allarhelst ikki samtykt í dag, tí at onki hevur verið tosað um, at limir í samgonguni fara at taka undir við málinum.