Pedagogfelagið boðar í tíðindaskrivi frá, at um limir felagsins ansa børnum ímeðan verkbann er, kunnu hesi missa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku.
Í tíðindaskrivi boðar Pedagogfelagið frá, at tað kann kosta endurgjaldskravið, um limir felagsins ansa børnum, ímeðan verkbann er á ansingarstovnum landsins.
Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur avgjørt at steingja allar dagsstovnar í landinum, og tað er tí at pedagogfelagið áleggur limum sínum ikki at arbeiða.
– Limir, sum ganga ímóti boðunum frá felagnum, missa møguleika fyri endurgjald av mistari arbeiðsinntøku, so leingi verkbannið hjá Kommunla Arbeiðsgeverafelagnum stendur við, sigur nevndin hjá pedagogfelagnum í tíðindaskrivinum.