Mótmæla Katalanskum fullveldi

Stór mótmælistiltøk vóru hildin kring Spania ígjár. Barcelona merktu íbúgvarnir til tey mongu sponsku fløggini. Myndugleikarnir meta, at um 350.000 mótmælarar møttu– men stigtakarin, Societat Civil Catalana sigur, at góð 950.000 fólk mótmæltu loysingini. 

Brandar Heðinsson hevur skrivað greinina,

Seinasta vikan hevur verið rokalig í Katalonia. Hundraðtúsuntals fólk hava verið á fullveldisskrúðgongum. Týsdagin í síðstu viku var skipað fyri verkfalli, har eitt nú stórliðið F.C Barcelona luttók í, sum mótmæli móti harðrendu atferðini hjá sponsku myndugleikunum í samband við fólkaatkvøðuna hin 1.Oktobur. Lítið hevur verið at sæð til sambandsfólkini í Katalonia seinasti vikurnar. Men ígjár skipaði stóri sambandsfelagsskapurin, Societat Civil Catalana, fyri mótmælisgongu í Barcelona. Ósemja er um undirtøkuna; myndugleikarnir meta at umleið 350.000 fólk mótmæltu ætlaðu fullveldistøkuni hjá Katalansku stjórnini. Sambandsfólkini siga seg tó vita, at undirtøkan nærkaðist eini millión mótmælisfólki.

Vilja handtaka forsetan
Tað vóru ikki bara Katalansk samríkisfólk, ið mótmæltu sunnudagin. Kring Spania savnaðust Spaniólar til mótmælistiltøk. Metingar benda eisini á, at ein stórur partur av mótmælisfólkinum í Barcelona vóru Spaniólar, Baskarar og Andalusar, sum komu til Katalanska høvuðsstaðin at vísa sína ónøgd.
Kongur Spania, Felipe hin sætti, átalaði hóskvøldið, í sjónvarpsrøðu til spanska fólki, katalanska loysingarfólki fyri at vera lógleys og ótrúgv. Hann rósti eisini framferðarháttinum hjá sponsku myndugleikunum og roynd teirra at tryggja lóg og landaskil. Hetta hóast um 1000 veljarar vórðu løstaðir  tí tey vórðu bukaði fyri at royna at greiða atkvøðu sína. Høgrastjórnin í Madrid hóttir við at taka tað sindri av sjálvstýri, sum Katalonia hevur, frá tjóðini. Sambandsfólkini í Katalonia mæla til, saman við ríkistrúgvum spaniólum, at oddafólkini í loysingarstríðinum, og serliga forseti katalana, Carles Puigdemont, verða handtikin og dømd fyri virksemi sítt.

Afturvísa ikki herðtøku av Katalonia
Hóast at bæði stjórnin í Katalonia, og sponsku myndugleikarnir mæla til samráðingar hava spaniólar sýtt fyri at taka nakað samband upp við stjórnina í Barcelona. “Fólkaatkvøðan er ólóglig” staðfestur spanski hægstirættur, og skulu Katalanar gevast við fullveldisroyndini alt fyri eitt, áðrenn Spaniólar skulu umhugsa at lata Katalonia varðveita nakra heimastýrisskipan.

Spanski forsetin, Mariano Rajoy, sigur at Spania fer at forða fyri loysingini. Spurdur um hann umhugsar at seta §155 í sponsku grundlógini í verk, sum ger, at Spania kann herseta Katalonia, svarar Rajoy, at so longi sum Katalanar krevja fullveldi, so er tað ein møgulleiki, spanska stjórnin er noydd at umhugsa.

Nógvir íbúgvar í Barcelona fingu ampa av teimum mongu sponsku fløggunum sum veitraðu yvir mótmælisgonguna sunnudagin. Spanska flaggið hevur verið tabu í katalonia longi, tí fyri nógvar katalanar er tað eitt tekin uppá imperialismu, kúgan av minnilutum og fasismu. Fyri stórar partar av Katalonia, gevur spanska flaggið nevnliga afturljóð til fasistaveldið hjá Fransisco Franco, ið fall í 1975.

Kunngerða fullveldið í morgin
Vallutøkan á fólkaatkvøðuni var um 43%, harav 92.01% atkvøddi fyri. 770.000 atkvøður vóru konfiskeraðar av sponsku myndugleikunum, umframt at fleiri valstøð vóru afturlatin av sponsku løgregluni. Altjóða miðlar vanta, at Katalanska stjórnin fer at kunngera Katalanska tjóðveldi ímorgin.