Mynd krevur samtykki

Fólkaheilsuráðið, Amnesty, Løgreglan og almannaráðið skipað aftur nú fyri felags átakið undir heitinum “samtykki.” Hesa ferð snýr átakið seg um myndir av fólki á alnótini, og at tær krevja samtykki, áðrenn tær verða lagdar út. 

Vit minnast øll stóru plakatirnar, ið hingu um bygd og bý í fjør, tá ið átakið “sex krevur samtykið” var í gongd. Stórar plakatir, við ungum fólki, ið lýstu við, at SEX krevur samtykki.

Nú fara líka stórar plakatir allarhelst at hanga kring landið, men hesa ferð er talan um nýtt átak, ið kallast “mynd krevur samtykkið.” Á heimsíðuni hjá Amnesty stendur, at “sum liður í arbeiðinum at varpa ljós á rættin til egnan kropp er tað natúrligt eisini at varpa ljós á, at hesin rættur sjálvsagt eisini fevnir um talgilda heimin og myndir.”

Amnesty vísir eisini á, at tað eru fleiri og fleiri ung, ið verða útsett á netinum, tí nakinmyndir av teimum fara í umferð. Ofta er talan um, at myndin antin er tikin í til dømis skiftirúmi uttan samtykki ella at persónurin á myndini sjálvur hevur tikið myndina, men einans ætlað ávísum persóni hana. Amnesty sigur, at “SAMTYKKI skal gevast tvær ferðir. Tú skal hava SAMTYKKI fyri at taka myndina og SAMTYKKI fyri at deila myndina. At tú hevur fingið eina mynd sendandi merkir ikki, at tú harvið hevur rætt at deila hana.”

Amnesty sigur eisini, at tey vilja vísa á, at tað er ólógligt at leggja myndir av persónum út á alnótina uttan samtykki frá persóninum á myndini. Tey siga, at tað allarhelst eru fleiri, ið ikki vita, hvussu álvarsamt brotsverk, tey fremja, tá ið tey taka nakinmyndir av persónum, uttan teirra samtykki.

Amnesty sigur at enda á heimasíðuni, at tey skjóta átakið ígongd í dag, og at tey millum annað fara at vera á G! at hitta fólk, fyri at práta um evnið.

Til ber at síggja film um átakið her