Náttúruverndarlóg skjótt klár

Sirið Stenberg segði í løgtinginum í dag, at arbeiðið at gera náttúruverndarlóg skjótt verður liðugt. Í lógini verður heimild hjá landsstýrisfólkinum at seta avmarking á innflutning av urtum og blómum. 

Tá ið munnligir fyrispurningar vóru í løgtinginum í dag, spurdi Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsu- og innlendismálum, um, hvussu tað gongur at gera náttúruverndarlóg. Samgongan hevur havt tað sum mál at gera náttúruverndarlóg, og Sirið Stenberg segði í tinginum í dag, at tað líður væl við arbeiðinum.

Hon segði, at grundin til, at tað hevur tikið langa tíð at gera lógina, er, at lógin fevnir um øki hjá bæði fiskimála- og mentamálaráðnum, sum tískil eisini hava skulað gjørt viðmerkingar til málið.

Annars segði landsstýriskvinnan, at eftir lógini verður møguligt hjá landsstýrisfólki at avmarka innflutning av plantum og urtum. Millum annað Sjúrður Hammer, fuglafrøðingur, hevur víst á vandan í at hava urtir og blómur, ið kunnu hava ringorm, sum kann vera vandamikil fyri seyð og hund, við sær inn í landið. Hann helt, at ein svartur listi átti at verða gjørdur, har nærri var tilskilað, hvat var loyvt at innflyta. Sjúrður Hammer hevur eisini víst á, at bæði flatmaðkur og vespur allarhelst eru komin til Føroya við innfluttum plantum og urtum.

Les eisini: Kann vera vandamikið at innflyta gras og urtir 

Fyrst í juli mánaða tisaði Fjúrtandi eisini við Erlu í Brekkustovu, lívfrøðing, sum vísti á vandan í at innflyta urtir og blómur. Hon segði, at í ringasta føri kundi ringormur vera vandamikil fyri menniskju, og at tað er vanligt aðrastaðni at hava avmarkingar á, hvat er loyvt at innflyta.

Landstýriskvinnan vísti annars á týdningin yvirhøvur at hava eina náttúruverndarlóg, tí at føroyingar í øllum lutum liva av náttúrutilfeinginum, og at hon væntaði at lógin heilt skjótt verður klár at bera í tingið