Navnakapping: Hvussu skal MBF eita?

Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum skal hava nýtt navn, og tí skipar felagið fyri navnakapping. Vinnarin av kappingini kann fáa virðisløn á 15.000 krónur. 

Aðalundurin hjá MBF samtykti fyrr í ár, at felagsskapurin skal hava nýtt navn. Uppgávan at finna nýtt navn varð latin starvsnevndini í felagskapinum, og nú boðar felagsskapurin frá, at navnakapping verður um nýggja navnið.

Í februar varð skipað fyri pallborðsfundum um orðið brek  á bókasavninum í Klaksvík og á Skúlanum við Løkin. Tá varð spurningurin reistur, um tíðin var kom til eitt nýtt orð, og um felagsskapurin harvið eisini skuldi skifta navn.

Upprunaliga at felagsskapurin Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, men skifti navn til Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum í 2015.

Felagskapurin sigur á heimasíðu síni, at nýggja navnið skal:

– vera stutt og lætt at nýta

– lýsa virksemið hjá meginfelagnum

– vera eitt navn ongin annar nýtir

Øll kunnu vera við í kappingini, og uppskotini skulu latast inn í tveimum afturlatnum brævbjálvum. Annar brævbjálvin skal merkjast „Navnakapping“. Har skal uppskotið við nýggja navninum liggja saman við frágreiðing um, hví navnið er hóskandi. Hin brævbjálvin skal merkjast „Nýggja navnið og luttakari“. Her skal navnið liggja saman við navninum á luttakara.

Freistin at senda uppskot inn er 10. november í 2017.

Uppskotini skulu sendast til:
MBF
Íslandsvegur 10c
100 Tórshavn